Sjúrður Skaale
Lesarabræv09. januar 2020
Sjúrður Skaale

Er Sambandsflokkurin til?

Sambandið tryggjar Fólkaflokkinum alla maktina í landinum. Meinar løgmansflokkurin nakað sjálvur? Vil hann nakað? Er hann yvirhøvur til?

Vit eru á heysti 2011, og tingingar eru um at skipa samgongu millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og tveir smáar flokkar.
Endin er, at Sambandsflokkurin fær leiðsluna - men Fólkaflokkurin fær alla maktina. Tað eru bara farnar nakrar vikur av valskeiðnum, so hevur Fólkaflokkurin í einum høggi framt eina asosiala kollvelting av samfelagnum: Skatturin skal vera flatur, og fyri at fíggja tað, skulu pensiónirnar skattast við inngjald. Hetta flytir veldugar upphæddir frá teimum, sum hava lítið, til tey, sum hava nógv.
Sambandsfloksins tilverugrundarlag er blokkstuðulin úr Danmark. Og í valstríðnum hevur hann lovað fólki, at vinnur hann valið, skal blokkurin hækka við 200 milliónum.
Hetta vallyftið er órealistiskur heilaspuni. Tað veit Fólkaflokkurin sjálvandi væl - men hann ger kortini semju um, at samgongan skal royna at fremja tað.
Men fyrst skal Fólkafloksins kollvelting altso trumlast ígjøgnum. Uttan nakra veruliga viðgerð. Fleiri sambandsflólk á tingi eru ørkymlað og óttafull, men tey kenna seg trýst til at stemma fyri kortini. Hóast tey als ikki kenna avleiðingarnar av tí, tey gera.
Seinni skal Sambandsfloksins vallyfti so fremjast: Blokkurin skal hækka 200 milliónir. Men tá tann tíðin kemur, siga umboð fyri Fólkaflokkin púra opið á tingsins røðarapalli, at tey eru ímóti - tí tað er ikki fólkaflokspolitikkur.
Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, fer kortini til Danmarkar at biðja um pengarnar. Men tað er uppá kvamsvís. Hann skræðir seg ikki sundur fyri at halda Sambandsfloksins órealistiska lyfti.
Og Jørgen er ikki keddur, tá hann kemur aftur úr Danmark við ongum. Tað er tvørturímóti. Tað var alla tíðina ætlanin: Fólkaflokkurin skuldi hava allan sín politikk ígjøgnum - og afturfyri skuldi Sambandsflokkurin fáa løgmann og nøkur tóm lyfti.
Uppskriftin var einføld: Politikkur til A - og súmbolikkur til B.
Sama søga
Ein skuldi trúð, at Sambandsflokkurin fór at læra av hesum.
Men átta ár seinni - nú í heyst - hendi akkurát tað sama.
Fólkaflokkurin hevði bara eitt endamál við sínum valstríði, hvørs lyfti vóru so vill, at tað neyvan er sætt áður: Flokkurin vildi bara fyri einhvønn prís hava maktina í landinum, so tilfeingi Føroya aftur kundi latast ávísum feløgum sum ogn.
Sambandsflokkurin tók ikki í øllum lutum undir við fiskivinnupolitikkinum hjá undanfarnu samgongu - men tað var altso heldur ikki hetta, hann segði seg vilja.
Men søgan frá 2011 bleiv endurtikin: Sambandsflokkurin fekk formligu leiðsluna í samgonguni - men Fólkaflokkurin fekk valdið. Og alt tað, sum Fólkaflokkurin vildi, bleiv bombað ígjøgnum beint fyri jól. Uttan nakra veruliga viðgerð - hvørki á tingi ella uttan fyri tingið.
Onkur sambandsmaður royndi at blása seg upp og siga, at hann ikki treytaleyst fór at atkvøða, sum Fólkaflokkurin kravdi. Til dømis skuldu landsins inntøkur tryggjast á annan hátt, áðrenn 12 ára loyvi blivu útskrivað og uppboðssølan strikað.
Hansara krøv blivu ikki eftirlíkað - men hann endaði við at atkvøða fyri øllum kortini.
Eingi fingramerki
Sambandsflokkurin stóð sterkur undir samgongusamráðingunum. Hann kundi jú velja millum tvær ymiskar samgongur. Fólkaflokkurin hevði reelt bara ein kjans.
Sambandsflokkurin stendur eisini sterkur í samgonguni. Hann eigur 7 av 17 samgongufólkum. Og hann hevur leiðsluna.
Men hvar eru fingramerki floksins á nýggja fiskivinnupolitikkinum?
Tey finnast ikki!
Christian Andreasen og kompaní hava fingið akkurát tað, teir vildu hava: Privatisering av fólksins ogn. Ekstrem flyting av virðum frá teimum mongu til tey fáu. Júst sum í 2011.
H sterkari enn B
Sambandsfloksins høvuðslyfti í valstríðnum var, at øll skuldu fáa viðgerðartrygd. 30 milliónir skuldu setast av til tað um árið.
Men teir pengarnir eru ikki at finna í teirri fíggjarlóg, sum Sambandsflokkurin sjálvur stemmaði ígjøgnum í desember.
Hetta er 2011 umaftur. Ella verri, sæð við sambandseygum. Í 2011 hækkaði blokkurin hóast alt við prístalinum. Nú er hann fastfrystur - og minkar sostatt.
Fólkafloksins politikkur verður trumlaður ígjøgnum - og Sambandsflokkurin letur seg brúka til tað.
Tann triði samgonguflokkurin - Miðflokkurin - stendur eisini sterkur. Hjá honum snýr alt seg um súmbol- og virðispolitikk. Og flokkurin hevur - við tveimum tingmonnum! - fingið alt virðisøkið, sum tað er: skúla, mentan, miðlar og uttanríkismál.
Tann, sum fer at mynda føroysku virðini komandi árini, bæði innanlands og á heimspallinum, verður Jenis av Rana. Meginparturin av Sambandsflokkinum er ikki samdur við hansara víðgongdu sjónarmiðum, men tað ger ongan mun.
Við tveimum tingfólkum stendur Miðflokkurin sterkari í myndini enn Sambandsflokkurin.
Finst sambandið?
Fyri at vera ein veruligur, politiskur flokkur, mást tú meina okkurt. Standa fyri onkrum. Vilja okkurt. Stríðast fyri onkrum. Ein flokkur, sum ikki hevur hesi eyðkenni, er bara eitt tómt hylki.
Hvørjum stendur Sambandsflokkurin fyri í dag?
Hvørjum stríðist hann fyri?
Hvørji krøv setir hann?
Tað er ilt at fáa eyga á nakað.
Og tí má mann spyrja: Er Sambandsflokkurin yvirhøvur til sum politiskur flokkur?