Eyðgunn Samuelsen
Tíðindi01. februar 2022
Eyðgunn Samuelsen

Fáa børnini í Kvinnuhúsinum neyðugu hjálpina?

Á tingfundinum í morgin skal landsstýrismaðurin svara, um børnini hjá kvinnum, sum hava verið fyri harðskapi, fáa neyðugu hjálpina. Í løtuni eru umstøðurnar ikki optimalar.

Tað er Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna, sum spyr landsstýrismannin. 

Fyrr er komið fram, at Kvinnuhúsið eigur at fáa betri fysiskar karmar, og at børnini hjá kvinnunum, ið hava verið fyri harðskapi, eiga at fáa neyðugu hjálpina. Harumframt hevur tað stóran týdning at bróta tøgnina, upplýsa og undirvísa um evnið. 

Tað kemur ofta fyri, at kvinnurnar, ið flyta inn í Kvinnuhúsið vegna harðskap, eiga børn og børnini flyta við mammuni.

Umstøðurnar í Kvinnuhúsinum at hjálpa hesum børnunum eru ikki optimalar. Kvinnuhúsið hevur ein námsfrøðing í hálvtíðarstarvi, og hesin skal hjálpa børnunum við teirra nýggja gerandisdegi.

Tað er ikki møguligt at geva børnunum veruliga hjálp, hóast tey hava kanska livað leingi við harðskapi í familjuni. Børnini eru flutt heimanífrá við eina foreldrinum og kunnu kenna seg ørkymlað av støðuni.

Tí er tørvur á at veita hesum børnum eitt nú sálarfrøðiliga hjálp, so tey gerast før fyri at handfara nýggju og óvissu støðuna, tey eru í. Eisini er neyðugt at arbeiða við fyribyrging, so mynstrini við harðskapi ikki verða endurtikin. 

Tingfundurin í morgin byrjar kl. 11, og tá er m.a. hesin fyrispurningurin á skrá.