Jóhannis Joensen
Lesarabræv30. desember 2019
Jóhannis Joensen

Fíggjarlógin 2020 gjøgnum javnaðarbrillur

Nú fíggjarlógin fyri 2020 júst er samtykt, kunnu vit staðfesta, at her eru nógv góð átøk, sum ætlanin er at seta í verk í komandi ári. Serliga fegnist eg um átøk innan heilsuverkið, almannaverkið og skúlaverkið. Men eg noyðist kortini at viðmerkja tey málini, sum eg sakni á fíggjarlógini, og tað manglandi yvirskotið, sum vit eiga at hava í allarbestu tíðum.

Tað góða fyrst

Samgongan hækkar játtanina til fleiri góð endamál. Millum annað eri eg serstakliga fegin um hækkaðu játtanina til fólkaskúlan og herundir inklusjón og undirvísing fyri fremmandamælt børn. Nógv er sett av til heilsuverkið og nakað til góð almanna- og skúlamál so sum Rásina og ADHD klinikk fyri vaksin. Eisini eri eg ómetaliga fegin um, at vit fingu eina semju í mentanarnevndini um uppskotið, sum vit løgdu fram saman við Tjóðveldi, um ókeypis sálarhjálp til børn og ung. Upphæddirnar, sum eru settar av á sosiala økinum, muna, men í fleiri førum er upphæddin so smá, at talan bert er um súmbolpolitikk. Ráddu vit fyri borgum høvdu vit styrkt almanna-, skúla- og heilsumál nógv meira. Hetta høvdu vit havt ráð til, um samgongan ikki valdi at lata tilfeingið fyri milliardavirðir til nøkur fá.

 

Einki yvirskot og eingin Sambandsflokkur

Gjøgnumgangandi fyri fíggjarlógina 2020 er, at har er alt ov lítið yvirskot og eingin Sambandsflokkur. Fólkaflokkurin hevur sett síni fingramerki á við minkandi inntøkum og skattaminking til útvaldar bólkar. Miðflokkurin hevur fingið sendistovu í Ísrael. Hvar er Sambandsflokkurin? Viðgerðartrygd og rehabilitering? Tíverri mugu vit helst enn eina ferð staðfesta, at løgmanssessurin kostaði Sambandsflokkinum dýrt.

Og so er tað yvirskotið. Hvar er tað? Undanfarna samgonga hevði eitt yvirskot á hálvaaðru milliard seinasta valskeið. Í allarbestu tíðum velur samgongan at brúka so at siga alt yvirskotið. Við hesum eru vit nógv verri vard, tá verri tíðir koma, og harafturat er tað ábyrgdarleyst at brúka so nógvar krónur, tá búskapurin er so heitur.

 

Feldu fleiri góð broytingaruppskot

Í Javnaðarflokkinum løgdu vit í dag fram tilsamans 16 broytingaruppskot annaðhvørt einsamøll ella saman við Tjóðveldi og Framsókn. Millum annað ynsktu vit, at hægri játtan varð latin til ítróttarsamband Føroya, til at seta yngri læknar í starv, til at styrkja Ta góðu tilgongdina í Almannaverkinum, til at seta gongd á byggingina av nýggjum barnaheimi, til at styrkja eftirlitið hjá Vørn, til at breiðka vegir til smærri pláss so sum Skæling, Tjørnuvík og Funningsfjørð, til bussleið til smápláss so sum til Gásadals og Bíggjar, til grøna átakspulju, til at stuðla føroyska dansinum o.s.fr. Alt smærri upphæddir, sum høvdu gjørt stóran mun hjá nógvum, um løgtingið valdi at raðfesta hesi mál heldur enn at veita skattaminkingar ella at avtaka uppboðssøluna. Men tíverri valdi samgongan at fella øll hesi góðu uppskotini.

 

Mín vón fyri 2020

Í Javnaðarflokkinum ætla vit framhaldandi at arbeiða fyri tí góða javna samfelagnum í árinum, sum kemur. Sjálvur ætli eg mær til dømis at arbeiða meira fyri fyribyrgjandi tiltøkum á heilsuøkinum, fyri føroyskari mentan, fólkaskúlanum, útjaðaranum, fyri góðum málum á almannaøkinum so sum nýggjum barnaheimi og sum heild fyri at tryggja øllum somu møguleikar í lívinum.

Tað er mín vón, at vit í komandi ári fáa eitt gott samstarv tvørtur um samgongu og andstøðu, so vit fáa fleiri breiðar semjur landi og fólki at gagni.

Gott nýggjár.

Jóhannis Joensen, Javnaðarflokkurin.