Eyðgunn Samuelsen
Tíðindi19. januar 2022
Eyðgunn Samuelsen

Fleiri ansarar heima hjá eldri og óhjálpnum

Í dag hava eldri og óhjálpnir persónar møguleika at fáa ein ansara heima og vera í egnum heimi sum longst. Men sambært eftirmeting, so er samsýningin ov lág.

Nú er komið fram, at talið av teimum, ið gerast ansarar, fækkast, og at ein orsøk møguliga er lága lønin, sum ikki er hækkað seinastu árini. 

Skipanin við ansara gevur borgarum ein valmøguleika, so tey sleppa undan at fara á røktarheim, um tey vilja verða verandi heima. 

Tí hevur Eyðgunn Samuelsen spurt landsstýrismannin, um tað verður arbeitt við at broyta samsýningina til ansarar. 

Les fyrispurningin her: https://www.logting.fo/mal/mal/?id=9901