Tróndur Sigurðsson
Lesarabræv09. oktober 2020
Tróndur Sigurðsson

Fleiri tímar til børnini

Dagstovnaøkið skal hava hægri normering, talgilda BARN-skipanin skal endurskoðast og nýggjur stovnur byggjast á Argjum.

Kommunuval 2020
“Fleiri tímar á gólvið” er høvuðsboðskapurin, so børnini fáa ta umsorgan, tey skulu hava, og starvsfólkini fáa tíð til hvørt barnið. Høvuðsloysnin er, at játtaðir verða fleiri tímar á gólvið á stovnunum hjá Tórshavnar kommunu.
 
Hetta er okkara greiði politikkur og skal hetta avgreiðast komandi ár, tí trýstið er ovurstórt á starvsfólkini, sum arbeiða á gólvinum, tí tey hava ringa tíð til at taka sær av børnunum. Tað hevur ført til, at starvsfólk í hópatali hava sagt upp og fleiri leiðarar eru givnir.
 
Alt hetta botnar í ov truplum umstøðum, tí heldur enn at styrkja støðuna hjá teimum, sum í veruleikanum arbeiða við og millum børnini, eru fleiri milliónir játtaðar til eina eindarleiðslu. Men hetta eru pengar, sum vórðu betur brúktir á gólvinum.
Tímarnir eru snøgt sagt ov fáir til, at tað ber til at halda námsætlanirnar, og av tí at umstøðurnar eru so vánaligar, stendur eisini á bara at manna størvini, ið skulu til.
 
Óbrúkilig skipan
Tann nýggja talgilda tilmeldingarskipanin, BARN, riggar als ikki, og tí eru foreldrini ørkymlað, tí tey ikki fáa samskift, so tey eitt nú kunnu fáa at vita, nær og hvar tey fáa síni børn ansað.
 
At foreldur nærmast hvønn dag skulu inn á BARN-skipana fyri at vita um, barn sítt er komið inn ella ikki, ber ikki til. Ei heldur, at tey skulu logga seg á dagliga fyri at vita, um barnið er nummar 4 ella 11. Tað má bera til kunna foreldur umvegis annaðhvørt sms-boð ella telefon, so foreldrini verða kunnað ordiliga.
 
Og tað ber ikki til at halda fram sum nú, at um tú ikki svarar, so rýkur tú aftur um í bíðirøðini og kanska missir títt pláss. Henda skipanin skal endurskoðast beinanvegin, tá ið eitt nýtt býráð tekur við á nýggjárinum.
 
Øll foreldur eiga at kunna fáa børn síni ansað á stovnum hjá Tórshavnar kommunu. Tað skal bara bera til, og vit mugu altíð vera til reiðar í skundi at útvega fleiri pláss, um tað er trupuleikin.
Nýggjan stovn á Argjum
 
Trýstið á barnaansingina á Argjum er sera stórt, og alneyðugt er at fáa bygt nýggjan dagstovn har beinanvegin.
 
Ymsar orsøkir eru til økta trýstið, men ein er sjálvandi stóri fólkavøksturin, sum kom í kjalarvørrinum á mongu útstykkingunum, vit framdu í síðstu setu.
 
Ein onnur orsøk til, at ferð beinanvegin skal setast á at fáa bygt nýggjan dagstovn á Argjum, er tann, at verandi stovnar eru gamlir og ótíðarhóskandi.
Vit vilja endurreisa álitið á dagstovnaøkið og játtað neyðugu pengarnar til fleiri tímar á gólvið, heldur enn at fáa eina størri umsiting. Altavgerand er, at starvsfólkini aftur trívast við at arbeiða hjá Tórshavnar kommunu, og tí ræður um, at játtanin kemur teimum til góðar, ið gera arbeiðið.
 
Tróndur Sigurðsson
býráðslimur fyri Javnaðarflokkin