Terji Beder
Lesarabræv24. november 2022
Terji Beder

Føroyska rossið skal verjast!

Løgtingsval 2022

Felagið Føroysk Ross, og onnur rossaáhugaði, hava í fleiri ár varðskógvað um støðuna hjá Føroyska rossastovninum, sum í dag einans telur 87 einstøk ross. At stovnurin er komin so frætt fyri seg, er ein sólskinssøga, tí tá farið var undir at bjarga stovninum í 1960unum, vóru tað einans 5 ross eftir - ikki bert í landinum, men í øllum heiminum. At stovnurin yvirhøvur stóð til at bjarga, var tí sera ivasamt, men ein roynd varð gjørd, og til alla lukku eydnaðist bjargingin.

Men hóast støðan í dag er nógv frægari, enn hon var tá, er rossið enn hótt. Við sínum 87 rossum, telist tað føroyska rossið millum heimsins allar mest hóttu djórasløg, sum ger støðuna sera álvarsama. Harafturat er tann føroyski marknaðurin fyri hesi ross mettaður, sum merkir, at Føroyingar hava ilt við at taka ímóti fleiri av hesum rossum, og sostatt er tað ein avbjóðing, at fáa stovnin størri.

Innannøring – ein avbjóðing

Støðan gerst enn meira álvarsom, tá ið hugsað verður um, at øll núlivandi ross stava frá teimum somu 5 upprunarossunum, sum vóru bjargaði í 60unum. Hetta merkir, at tað genetiska arvagóðsið er sera avmarkað, og at vandin fyri innannøring er sera stórur. At bjarga stovninum krevur tí eina neyva regulering og alistrategi, har rossini verða skrásett og fylgd, og at hesi vera ald við tí fyri eyga, at skapa eitt so stórt genetiskt margfeldi sum yvirhøvur gjørligt, samstundis sum serligir genetiskir eginleikar eisini verða varðveittir. Ein slík skráseting er byrjað, og má halda á fram, tí taka vit ikki støðuna í álvara, og taka øll neyðug stig, so risikera vit, at føroyska rossið við tíðini doyr út.

Sum eg síggi tað, so er tað líka so sjálvsagt at varðveita tað føroyska rossið, sum tað er at varðveita annan mentanararv, so sum tað føroyska málið, føroysku kvæðamentanina, føroyska bátin ella føroysku sagnirnar. Soleiðis sum støðan er í verandi løtu, eigur rossið í grundini at fáa enn meira ans enn annar mentanararvur, tí støðan er so krittisk, og tí eigur tað at vera møguligt at fáa politiska undirtøku fyri, at tey neyðugu stigini verða tikin, til frama fyri stovninum.

Tí skulu vit

1. gera tað møguligt at útflyta Føroysk ross, so gongd kann setast á alingina av rossunum uttanlands. Hetta so at føroysku alararnir ikki vera ovbyrðaður av rossum, sum teir ikki sleppa av við orsaka av einum mettaðum marknaði, og at fleiri rossastovnar kunnu nørast, sum ger tað lættari at tryggja ein fjølbroyttan genetiskan arv

2. haldast skal áfram við at skráseta rossini, soleiðis, at alarar kunnu fyribyrgja innannøring millum tey føroysku rossini í Føroyum

Latið ikki føroyska rossið enda sum við dímunarseyðinum, føroysku kúnni og hvítravninum.

Terji Beder,

valevni fyri Javnaðarflokkin