Barbara Gaardlykke Apol
Lesarabræv15. oktober 2022
Barbara Gaardlykke Apol

Føroyskt mvg skal í føroyska landskassan

Sum fólkatingslimur fari eg at virka fyri, at avtala verður gjørd millum avvarðandi partar, soleiðis at pengarnir koma har, teir hoyra heima. Í føroyska landskassan.

Fólkatingsval 2022

Føroyingar rinda mvg fyri Spotify, Netflix og líknandi tænastur. Men mvg’ið fer ikki í føroyska landskassan. Tað fer antin í danska statskassan ella til útlendskar fyritøkur. 

Sum fólkatingslimur fari eg at virka fyri, at avtala verður gjørd millum avvarðandi partar, soleiðis at pengarnir koma har, teir hoyra heima. Í føroyska landskassan.

Hetta er ikki lítlar peningaupphæddir, talan er um. Í 2019 vísti kanning hjá Javnaðarflokkinum á fólkatingi, at talan var um á leið 13,5 mió. krónur árliga. Tann upphæddin er allarhelst bara vaksin. 

Verði eg vald á fólkating, ynski eg at arbeiða víðari við hesum máli. Pengarnir høvdu uttan iva gjørt mun í Føroyum.

Barbara Gaardlykke Apol, fólkatingsvalevni fyri Javnaðarflokkin