07. februar 2023

- Fólk mugu vita, hvar er dálkað

Ingilín D. Strøm vil krevja kommununum eftir eini ítøkiligari ætlan og samstundis vil hon skelta, har tað er dálkað

Tá tú svimur í sjónum ella spælir í ánni, eigur tú at fáa at vita, um økið, tú ferðast í, er dálkað.

Tað heldur Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum.

Tí fer hon at arbeiða fyri at fáa kommunurnar kring landið at seta skelti upp, har tað er dálkað. Samstundis fer hon at krevja kommununum, sum enn ikki hava eina góðkenda spillvatnsskipan, eftir eini ítøkiligari ætlan.

- Eg vil hava eina ítøkiliga ætlan fyri, hvat kommunurnar gera, og hvussu tær ætla at koma á mál, sigur Ingilín D. Strøm og vísir á, at freistin fyri at fáa gjørt eina góðkenda spillvatnsskipan var fyri átta árum síðan, og at tað tí má koma ferð á arbeiðið at gera góðkendar spillvatnsskipanir kring alt landið.

Landsstýriskvinnan var týskvøldið í Degi og viku og viðgjørdi evnið. Innslagið sæst her