Tíðindi26. februar 2020

Fólkaflokkurin steðgaði viðgerðini

Jørgen Niclasen vil ikki avsanna, at Fólkaflokkurin hevur fingið stuðul frá fyritøkum í valstríðnum. Løgtingsformaðurin, Jógvan á Lakjuni, steðgaði harafturat viðgerðini, so málið ikki bleiv viðgjørt.

Á tingsins røðarapalli í dag spurdi Ingilín Didriksen Strøm, um Jørgen Niclasen kann avsanna, at nøkur fyritøka, nakað felag, nakar eigari ella nakar stjóri í fyritøku ella felagi hevur goldið rokningar fyri Fólkaflokkin ella í aðrar máta veitt fíggjarligan stuðul til valstríðið hjá Fólkaflokkinum í 2019. Tað gjørdi hon fyri at geva Jørgeni Niclasen møguleika fyri endaliga at avsanna leysasøgurnar um rokningarnar, sum eru sendar fyritøkum í valstríðnum. Uttan at skuldseta nakran vísti hon soleiðis á:

- Ávísir løgtingslimir hava fleiri ferðir í kjaki á løgtingi ró framundir, at Fólkaflokkurin og / ella hansara valevni fingu fíggjaligan stuðul í sambandi við síðsta løgtingsval. Hesir løgtingslimir hava ført fram, at samband hevur verið millum henda stuðul og fiskivinnupolitikkin hjá nýggju samgonguni. Tað spyrjarin veit, er hetta ongantíð avsannað, og tað elvir til óhepnar gitingar um, hvørt nakað er um hetta.

Men Jørgen Niclasen avsannaði ikki ákærurnar. Ístaðin svaraði hann uttanum, at tað ikki framgongur av almenna roknskapinum hjá Fólkaflokkinum. Harafturat skuldsetti hann Tjóðveldi og Javnaðarflokkin fyri mangt og hvat. Men tað fingu hesir flokkarnir ikki møguleika at afturvísa, tí Jógvan á Lakjuni valdi at steðga viðgerðini av málinum. Hetta tí at spurningurin í størri mun var rættaður formanni fólkafloksins enn landsstýrismanninum. Í seinastu setu var annars púra vanligt, at tinglimir settu landsstýrisfólkunum fyrispurningar, sum tey mettu hava almennan áhuga. Tað eru fleiri dømi um.

Hóast Jørgen Niclasen fekk eitt gylt høvi til at avsanna leysasøgurnar, kundi hann altso ikki avsanna, at valstríð ella valevni hjá Fólkaflokkinum eru stuðlað fíggjarliga av fyritøkum í Føroyum, sum kunnu hava serligan áhuga í at fáa ávís mál samtykt á løgtingi. Tað halda vit vera álvarsamt. Góðtaka vit hetta, so hvørvur grundarlagið undir fólkaræðinum, sum er bygt á prinsippið um ‘ein borgari – ein atkvøða’.