Aksel V. Johannesen
28. august 2021
Aksel V. Johannesen

Formansrøða á landsfundinum 2021

Formansrøðan hjá Akseli V. Johannesen á landsfundinum í 2021.

Góði landsfundur, góðu javnaðarfólk!

 

Ikki veit eg, men eitt veit eg”. 
 

Soleiðis segði omma, sum var ættað hiðani úr Sørvági, altíð, tá hon hevði okkurt uppá hjarta. 

 

Omma var prátingarsom. Hon kundi tosa í tímar. Og hon byrjaði altíð við hesum orðunum: “Ikki veit eg, men eitt veit eg”. 

 

Omma var heimagangandi, sum nógvar kvinnur í hennara ættarliði. Tó so, sum nógvar aðrar eldri kvinnur í Klaksvík í 1980-árunum, so rippaði hon húkar.  Tað tók uml. 10 minuttir at rippa eitt bunti, og tað gav 5 kr. Tað vil siga, at hon fekk einar 30 krónur um tíman. Tímalønin tá var annars 60-70 kr. So at rippa húkar var ikki nakað væl lønt arbeiði.

 

Tá eg sum smádrongur manglaði pengar til eina sodavatn, ein kips- ella bommpakka, so plagdi eg fara inn til ommu og rippa eitt, tvey ella trý bunti av hennara húkum. Alt eftir, hvussu nógvan pening mær tørvaði. 

 

Mangan sótu vit – omma og eg - og rippaðu húkar.

 

Omma tosaði. Og eg lurtaði.

----

Tú kanst fáa nógv burturúr at lurta, og tá hugsi eg um annað enn krónurnar til kips og sodavatn. Tí tað at lurta er ein grundleggjandi fortreyt fyri lærdómi. Dalai Lama skal hava sagt nakað soleiðis: “Tá tú tosar, endurtekur tú nakað, tú longu veitst. Tá tú lurtar, lærir tú møguliga okkurt nýtt”.

 

Lyssna på rørelsen”.

 

Sum eg fyrr havi víst á, so vóru hetta einastu ráðini, fyrrverandi svenski statsministarin, Tage Erlander, gav nýggja formanninum, tá hann legði frá sær í 1969 og læt Olof Palme stafettina. Tage Erlander var ikki hvør sum helst. Hann sat sum svenskur statsministari í samfull 23 ár, sum er eitt hitt longsta tíðarskeiðið í slíkum sessi í einum demokratiskum landi yvirhøvur. Tað í sjálvum sær staðfestir týdningin av hesum ráðunum. 

 

Lyssna på rørelsen”. Lurta eftir rørsluni. Lurta eftir fólkinum.

 

Júst hetta, at lurta, er tað, sum er mest umráðandi í politikki. At lurta og taka støði í teimum gerandisligu avbjóðingunum, sum fólk uppliva. Og koma við boðum uppá, hvussu hesar avbjóðingar skulu loysast.

 

Sum politikari er týdningarmikið at duga at tosa, men tað hevur enn størri týdning at duga at lurta. Sum vit læra børnini: vit hava tvey oyru og ein munn.

 

----

Góðu tit øll.

Tað er gott at síggja so nógv savnað her í dag. Ikki minst eftir hálvtannað ár við koronu, har møguleikarnir at savnast hava verið avmarkaðir.

 

Og eg havi saknað tað. At merkja tykkara áhuga og tykkara eldhuga. Eg havi saknað rørsluna. At hoyra tykkara mongu hugsanir um, hvussu tingini kunnu gerast øðrvísi ella betur.

 

Tí tað er júst hetta, sum er tað góða við politikki. Allar hugsanir telja, tí politikkur snýr seg ikki um politikkarar, men um fólk. Tað snýr seg um, hvussu vit gera samfelagið betri; hvussu vit gera samfelagið rættvísari; hvussu vit skapa og býta ríkidømið.

Og tað snýr seg um, hvussu vit møta og loysa tær avbjóðingar, sum fólk í Føroyum hava í gerandisdegnum.

 

----

 

Góðu vinir,

 

Um vit lurta eftir veljarakanningunum, hvat siga tær okkum? Jú, fólk ynskja sær tað, sum Javnaðarflokkurin hevur at bjóða. Flestu kanningarnar geva okkum góð úrslit, um val var í dag.

 

Og vit vilja bjóða persónligt frælsi. Ikki frælsi til tey fáu. Men frælsi til øll.

 

Vit vilja bjóða javnrætt. Ikki javnrætt til tey fáu, men javnrætt til øll. Eisini minnilutabólkar.

 

Vit vilja bjóða samhaldsfastar skipanir. Ikki skipanir, har hvør sætar sær. Men skipanir,  har vit taka hond hvørt um annað, tá vit verða rakt av sjúku, gerast arbeiðsleys ella snáva á lívsleiðini.

Tí tað er við samhaldsføstum skipanum, at vit skapa tryggleika og veruligt lívsfrælsi hjá einstaka menniskjanum.

 

Og vit vilja skapa eitt samfelag við fullum vinnufrælsi, við krøvum um, at hvør ger sítt, men eisini eitt javnt samfelag, har ríkidømið verður býtt soleiðis, at rúm er fyri okkum øllum. 

 

Tí vit vita, at prísurin fyri ójavnan er øgiligur. Ikki bara fyri tey á niðastu rók, men fyri alt samfelagið. Fyri búskapin. Fyri trygdina. Fyri trivnaðin. Og fyri kensluna av at hoyra til og hoyra saman, sum er so púra avgerandi fyri megina í einum samfelag.

 

Hjá Javnaðarflokkinum er tað púra greitt:

Vit skulu øll gera okkara besta. Men óansæð hvaðani tú ert, hvussu nógv tú orkar, ella hvørji tíni foreldur eru, so skalt tú hava somu atgongd til veruligt lívsfrælsi og virðilig kor. Til arbeiði og tryggleika. Og eitt gott heim til tín og tíni børn. 

 

Ein frágreiðing hjá OECD frá 2018 staðfestir, at skandinavisku londini liggja í oddinum, hvat sosialum mobiliteti viðvíkir. Tað merkir, at í hesum londunum megna folk betur at klintra upp eftir sosiala stiganum, uttan mun til hvørjum korum tey koma frá. Sambært frágreiðingini er hetta – ikki so óvæntað – tengt at viljanum hjá einstøku samfeløgunum til at heinta inn skatt at brúka til samhaldsfastar skipanir, sum skapa javnbjóðis møguleikar fyri allar borgarar í samfelagnum.

 

Herfyri las eg eina samrøðu við eina danska kvinnu, sum sá seg sjálva sum eitt dømi um eina, sum hevði brotið sosiala arvin. Hon vaks upp í arbeiðarastættini hjá mammu síni. Foreldrini vóru skild, pápin var alkoholikari, og mamman gjørdist álvarsliga sjúk av krabbameini, tá gentan var 12 ára gomul. Í dag hevur henda kvinnan familju, egna fyritøku, eina PhD, “og hele svineriet”, sum hon sjálv sigur. Hon hugleiðir um, hvussu alt mundi verið, um hon vaks upp aðrastaðni enn í einum vælvirkandi vælferðarsamfelag sum tí danska. Um tey sjálv skuldu goldið læknarokningarnar hjá mammuni, um hon skuldi rindað fyri sína útbúgving, um hon ikki hevði fingið lestrarstuðul, um hon varð fødd onkra aðrastaðni… Hon gleðist um, at hon hevur havt møguleikar at velja ta kós, hon hevur havt hug til, tí øll samfelagsskipanin er bygd upp soleiðis, at sjálvsagt kundi hon tað.

 

Sum m.a. Bernie Sanders hevur víst á: Skalt tú liva amerikanska dreymin, so skalt tú flyta til eitt av norðurlendsku vælferðarsamfeløgunum. Tí her fáa øll møguleika at gera dreym til veruleika. Og hetta er sjálvur aðaltátturin í javnaðarhugsjónini, og hetta er tað, sum vit altíð eiga at hava sum mið: at skapa møguleikar til øll. Og vit vita, at tað er neyðugt at vera vakin og ongantíð missa hetta stavnhaldið úr eygsjón – heldur ikki nú í leiklutinum sum andstøðuflokkur.

 

Tí mugu góðu veljarakanningarnar heldur ikki gerast ein koddi at hvíla á. Tvørturímóti skulu tær eggja okkum øllum til at bróta upp um armar og fara til verka – fúsari enn áður.

 

Tí hevur javnaðarrørslan brúk fyri hvørjum einstøkum tykkara.

 

Um tvey ár fáa vit ein nýggjan møguleika. Men skal tað eydnast okkum at gagnnýta henda møguleikan, mugu vit standa saman. Arbeiða enn harðari. Og halda fram at tosa við og vegna fólkið. 

Og ikki minst at lurta.

 

-----

Góði landsfundur.

Til valið í 2015 høvdu vit sum mál einar javnari Føroyar.

 

Vit lovaðu at lækka skattin hjá lág- og miðalløntum. Og vit lækkaðu skattin hjá lág- og miðalløntum.

 

Vit lovaðu, at fólkapensjónistar skuldi fáa meira at liva fyri. Og fólkapensjónistarnir fingu meira at liva fyri.

 

Vit lovaðu, at fyritíðapensjónistar skuldi fáa meira at liva fyri. Og fyritíðapensjónistarnir fingu meira at liva fyri.

 

Vit lovaðu teimum lesandi hægri lestrarstuðul. Og tey lesandi fingu hægri lestrarstuðul.

 

Vit lovaðu barnafamiljunum hægri barnafrádrátt. Og barnafamiljurnar fingu hægri barnafrádrátt.

 

Vit lovaðu børnum, sum livdu í fátækraváða, eitt familjískoyti. Og børn í fátækraváða fingu eitt famijuískoyti.

 

Sum flokkur eiga vit altíð at leggja okkum eftir, at vit hava eitt javnari og betri samfelag, tá vit fara úr Tinganesi, enn tá vit fara í Tinganes.

Tað megnaðu vit farna valskeið. Og tí kunnu vit gott vera eitt sindur errin av.

 

Og hetta megnaðu vit, samstundis sum vit vóru fíggjarliga ábyrgdarfull. Øll fýra árini, vit sótu við valdið, hevði landskassin stór yvirskot. Hini seks árini av seinastu 10 árunum hava vit havt borgarliga leiðslu. Og øll seks árini við stórum undirskotum í landskassanum. Hetta er ikki løgið. Borgarligu samgongurnar, bæði tann fyrra og sitandi samgonga, hava skorið inntøkurnar hjá landskassanum. Hetta er ein erlig søk, men so mugu útreiðslurnar eisini skerjast. Tað ger borgarliga samgongan bara ikki. Samstundis sum borgarliga samgongan skerjir í inntøkunum, so vaksa útreiðslurnar við metstórari ferð. Hetta er fíggjarligt ábyrgdarloysi! 

 

Ein púra avgerandi fortreyt fyri javnaðarpolitikki er, at búskaparpolitikkurin er burðardyggur og ábyrgdarfullur. Vit kunnu hava undirskot viðhvørt, men í longdini kunnu og skulu vit ikki brúka meira, enn vit skapa. Gera vit tað, so kunnu vit ikki í longdini hava tær almennu tænastur, vit ynskja, og tað rakar tey veikastu.

 

Javnaðarflokkurin vil tí framvegis vera fíggjarliga ábyrgdarfullur. Øll átøk, vit gera, skulu fíggjast.

 

-----

Góðu floksfelagar

Vit hava rokkið flestu av málunum, vit settu okkum í 2015, og tíðin er komin at seta okkum nýggj mál. 

 

Tað besta, vit kunnu gera, tá vit seta okkum nýggj mál, er at: “Lurta eftir rørsluni!”

Og um vit lurta, hvat hoyra vit so, at føroyingar ynskja sær?

Skulu vit hava eitt samfelag, har millióningar gerast milliardingar, samstundis sum fleiri hundrað føroyingar mangla tak yvir høvdið?

 

Skulu vit hava eitt samfelag, har tey, sum hava, fáa – og tey, sum einki hava, lítið og einki fáa?

 

Skulu vit hava eitt samfelag, har børn hjá samkyndum ikki hava somu rættindi, sum børn hjá hinskyndum?

 

Skulu vit hava eitt samfelag, har okkara mentan og list verður politiskt stýrd?

 

Lurta vit, so hoyra vit eitt rungandi NEI!

 

Um vit lurta, so hoyra vit, at barnafamiljur hava ilt við at fáa familju- og arbeiðslív at hanga saman.

 

Vit hoyra, at tað er trupult at fáa starvsfólk innan umsorganarøkið.

 

Vit hoyra, at familjur og einstaklingar hava trupult at fáa tak yvir høvdið.

 

Vit hoyra, at láglønt hava trupult at fáa endarnar at røkka saman.

 

Og vit hoyra, at talið av teimum, sum gerast strongd, er vaksandi í okkara parti av heiminum.

 

-----

 

Góðu javnaðarfólk

Í áratíggju hava fakfeløgini stríðst fyri styttri arbeiðsviku og betri arbeiðskorum. Í 60- og 70-árunum gav tað úrslit, tá arbeiðsvikan varð stytt úr 48 niður í 40 tímar. Seinastu 40 árini hevur arbeiðsvikan tó verið óbroytt.

 

Men vit vita, at starvsfólkini á sjúkrahúsum og á eldrasambýlum, á dagstovnum og aðrastaðni renna skjótari og arbeiða harðari enn nakrantíð. At hvør einasti arbeiðari við tøkniligu framgongdini framleiðir meira í dag, enn hann gjørdi fyrr. At krøvini á arbeiðsmarknaðinum gerast fleiri. At trýstið er ótrúliga høgt, og samfelagshjólini mala við fullari ferð. Vit vita, at hetta trýstið í størri mun enn áður ávirkar okkara sálarheilsu, trivnað og kropsligu heilsu.

 

Og vit vita eisini, at serliga nógvar kvinnur í Føroyum arbeiða niðursetta tíð. Summar, tí tær ynskja tað, ella tí tær hava ilt við at fáa arbeiðslív og familjulív at hanga saman. Aðrar, tí tær sleppa ikki upp í fulla tíð. Stytta vit arbeiðsvikuna, verða tað fleiri, ið nærkast fullari tíð, fáa betri arbeiðsbrøk og harvið eina lønarhækkan. Tímalønt í privatu vinnuni kunnu framvegis arbeiða 40 tímar, um tey vilja tað, men verða lønt fyri yvirtíð aftaná 37 tímar.

 

Kanningar og royndir aðrastaðni vísa allar, at effektiviteturin og trivnaðurin økjast, at starvsfólk hava færri sjúkradagar, færri sjúkrameldingar og færri, ið gerast langtíðarsjúk.

 

Tí vilja vit í Javnaðarflokkinum lurta eftir fakfeløgunum, sum leingi hava rópt varskó. 

 

Vit vilja lurta eftir teimum innan heilsu – og sjúkraøkið, sum siga, at tað ber ikki til at arbeiða fulla arbeiðsviku í trískiftisvaktum uttan at bróta sáttmála ella lóg á økinum.

 

Og vit vilja lurta eftir arbeiðsfólki og familjum, sum renna skjótari og skjótari fyri at fáa gerandisdagin at hanga saman, fyri at fáa tíð til síni nærmastu og síni børn.

 

Tað er nú, vit skulu fremja broytingar, sum gera tað lættari at sameina arbeiðslív og familjulív.

 

Tað er nú, vit skulu gera tað lættari hjá øllum teimum, sum hvønn dag fara til arbeiðis í Føroyum.

 

Tí vilja vit stytta arbeiðsvikuna úr 40 niður í 37 tímar yvir nøkur ár, uttan at starvsfólk skulu fara niður í løn. Tí hetta snýr seg um verkafólk, vaskifólk, heilsuhjálparar, heilsurøktarar og sjúkrarøktarfrøðingar. Tað snýr seg um lærarar, námsfrøðingar og arbeiðsmenn.

Og tað snýr seg um barnafamiljur, stakar uppihaldarar og í síðsta enda um okkara børn. Tað snýr seg um okkum øll.

 

----

Góðu tit øll,

Javnaðarflokkurin vil umflokka og hækka lønirnar hjá teimum, sum arbeiða innan heilsu – og umsorganarøkið m.a. hjá sjúkrarøktarfrøðingum, námsfrøðingum, heilsurøktarum og heilsuhjálparum.

 

Eins og omma og aðrar kvinnur, sum rippaðu húkar í Klaksvík, vóru undirløntar í 1980-árunum, hava nógv kvinnufak í áratíggju verið undirlønt. 

 

Í 1969 fingu vit Tjenestemandsreformen. Tjenestemandsreformen bólkaði øll almenn starvsfólk í ymiskar lønarflokkar. Yvirskipað var galdandi, at kvinnudomineraðu størvini vórðu bólkað lægri samanborðið við onnur størv, har flest menn starvaðust. Grundgevingin tá var, at menn vóru uppihaldarar, og tað vóru kvinnur ikki, men at tær einans arbeiddu fyri at fáa eitt sindur av eyka lummapeningi.

 

Hetta var pínligt í 1969. Hetta er ikki bara pínligt í 2021. Tað hoyrir ongastaðni heima í 2021.

 

Vit vilja tí hækka lønirnar hjá teimum, sum alt ov leingi hava verið fyri einum lønarmismuni.

 

----

 

Góði vinir,

Seinastu nógvu árini hevur okkara partur av heiminum verið nógv merktur av stórari búskaparligari framgongd. Hetta kunnu vit fegnast um, men tað hevur týdning, at  vit spyrja okkum sjálvi: Hvør fær ágóðan av framgongdini?

 

Hagtøl siga okkum, at samstundis sum framgongdin í Týsklandi er stór, so er talið av sokallaðum working poor skjótt vaksandi.  Framgongdin í Bretlandi er eisini stór, men samstundis er fátækradømið vaksið nógv í arbeiðarastættini. Framgongdin í Danmark er eisini stór, og har hava ovastu tíggju prosentini við hægstu inntøkunum havt eina reallønarframgongd uppá 200.000 kr. eftir skatt seinastu 20 árini. Í sama tíðarskeiði hava tey tíggju prosentini við lægstu inntøkunum havt eina reallønarafturgongd uppá 1.900 krónur. 

Og eg las nú ein dagin, at tríggir teir ríkastu menninir í USA eiga meira enn tann fátækasta helvtin av øllum amerikanarum eiga tilsamans. Also  tríggir menn í USA eiga einsamallir meira enn 165 milliónir amerikanarar eiga tilsamans. 

 

Rundan um okkum kemur framgongdin bara nøkrum heilt fáum til góðar. Vanliga arbeiðandi fólkið merkir einki til vøksturin. 

 

Tíbetur er tað ikki so ringt í Føroyum. Men vit síggja heilt greitt, bæði við hesi og seinastu borgarligu samgongu, at tey fáu, sum hava nógv, fáa meira, meðan tey, sum hava lítið, fáa lítið ella einki. Tað víðkar um gjónna millum rík og fátøk. 

 

Og hetta hendir, samstundis sum gransking seinnu árini hevur víst, at samfeløg við lítlum ójavna eru bestu samfeløgini at liva í. Eisini hjá teimum ríku.

 

Tí er okkara fremsta mál at minka um gjónna millum rík og fátøk. Framgongdin skal ikki bara koma nøkrum fáum til góðar, men okkum øllum.

 

Tí vilja vit lækka skattin hjá miðal- og láginntøkum. Hetta bøtir um ójavnan í Føroyum. Gerandisdagurin hjá námsfrøðinginum, handverkaranum, flakakvinnuni, útróðramanninum o.s.fr verður eitt sindur lættari. Stúranin um, hvussu ein skal klára seg, til næsta lønin kemur, verður eitt sindur minni.

 

Eitt annað, sum kann lætta um gerandisdagin, er ein endurskoðan av MVG-num. Borgarliga samgongan hevur samtykt fleiri undantøk í MVG-lógini, sum fyrst og fremst ger tað lættari hjá útlendskum ferðafólkum í Føroyum.

 

MVG-frítøkur eiga fyrst og fremst at koma føroysku húsarhaldunum til góðar. Eitt nú kunnu vit lækka ella heilt avtaka MVG á breyði, mjólk, frukt og grønmeti. Hetta hevði gagnað øllum húsarhaldum og ikki minst gjørt gerandisdagin hjá barnafamiljunum eitt sindur lættari.

 

----

  

Gerandisdagurin hjá smáum vinnurekandi skal eisini verða lættari. Vit í Javnaðarflokkinum vilja hava eitt fjølbroytt vinnulív við nógvum smáum vinnufyritøkum. Vit skulu tí skapa karmar, har fólk støðugt kunnu og vilja skapa nýggj virði til sín sjálvs og samfelagið.

 

Vit skulu hava ein samfelagsligan urtagarð, har spírar fáa loyvi at vaksa seg sterkar. Nýggj vinnulig hugskot skulu ikki kvalast av bureaukratii og avgjøldum. Tí tað eru fólk við nýggjum hugskotum, nýggjum dirvi og áræði, sum skapa nýggj virði.

 

Tey borgarligu síggja búskapin sum ein kokuspálma. Hugsanin er, at verður pálmin nóg stórur, fara nakrar nøtir nokk detta niður á tey, sum standa undir pálmunum. Hendan hugsanin, sum tey borgarligu byggja sín politikk á, kallast “Trickle down economy”.

 

Hugsanin er, at um bara tey ríkastu gerast enn ríkari, fara tey at gera størri íløgur. Ella sagt øðrvísi: Regnar tað á prestin, so dryppar tað nokk eisini á deknin.

 

Vit síggja hesa hugsanina aftur og aftur hjá teimum borgarligu. 

Vit sóu tað, tá tey góvu skattalætta. Tey ríkastu fingu størsta skattalættan, meðan vanligi arbeiðarin ongan skattalætta fekk.

Vit sóu tað, tá tey góvu fólkapensjónistunum meira. Ríkastu pensjónistarnir fingu mest, meðan teir fátækastu fingu minst.

Og vit sóu og síggja tað framvegis í fiskivinnupolitikkinum. Har nøkur fá reiðarí – ofta við útlendskum eigarum –  hava fingið nógv størsta partin av okkara tilfeingi. Og hesi reiðarí mugu undir ongum umstøðum rinda veruliga virðið av framíhjárættinum til Føroya fólk. 

 

Vit í Javnaðarflokkinum trúgva ikki uppá hesa hugsjón. Og hugsjónin riggar heldur ikki. Har hon er roynd, hevur hon ikki ført til búskaparvøkstur, men hevur einans havt við sær, at nøkur fá leggja alt vinnulív undir seg. Samstundis elvir hetta til stóran ójavna og sosialan ófrið, sum altíð eyðkennir samfeløg, har spennið millum rík og fátøk er stórt.

 

Vit í Javnaðarflokkinum halda ikki, at føroyski búskapurin skal vaksa niðureftir, sum kokusnøtir. Vit halda, at búskapurin skal vaksa uppeftir, sum ein eplavelta. Vit kunnu kanska rópa tað “Trickle up economy”.

 

Epli eru kanska ikki líka eksotisk sum pálmar. Men pálmar eru fremmandir í Føroyum. Vit kunnu siga, at teir eru óføroyskir.

Epli, hinvegin, vaksa væl í Føroyum. Og tey vaksa uppeftir. Úr neðra. Frá fólkinum og úr góðum hugskotum og virkishugi hjá fólki, sum hava dirvi til at royna nakað nýtt. 

 

Tí skulu tey, sum skapa nakað nýtt í Føroyum, ikki verða møtt av einum mótspælara, men av einum viðspælara.

 

Javnðarflokkurin vil gera gerandisdagin hjá íverksetarum og smærri vinnufyritøkum lættari. Og tí vil Javnaðarflokkurin millum annað, at smærri fyritøkur skulu rinda minni í partafelagsskatti enn størri fyritøkur.

 

----

Góðu Javnaðarfólk,

Hjá samgonguni er bústaðarpolitikkur,  vinnupolitikkur. Málið er, at onkur skal forvinna pening uppá bústaðarneyðina hjá fólki.

 

Hjá Javnaðarflokkinum er bústaðarpolitikkur, vælferðarpolitikkur. 

Vit eru í eini støðu í løtuni, har tað tíverri eru alt ov nógv, sum mangla eitt trygt heim fyri hóskandi kostnað. 

 

Tað er neyðugt, at almennir og privatir aktørar samvirka á bústaðarmarknaðinum, undir ymiskum treytum. Tað privata byggir út frá eftirspurninginum á marknaðinum. Tað almenna byggir smærri íbúðir fyri minst møguliga prís við tí endamáli, at øll hava atgongd til eitt trygt og gott heim.

 

Um Bústaðir ikki sleppa at byggja bíliga og uttan avkast til íleggjarar, er vandi fyri, at ávís øki í Føroyum bara verða fyri tey vælløntu. Skulu vit varðveita samanhangsmegina í samfelagnum, hevur tað týdning, at ung, gomul, hálønt og láglønt búgva lið um lið.

 

Javnaðarflokkurin vil tí, at Bústaðir skulu sleppa at byggja bíligar leigubústaðir uttan at verða trýst til at samstarva við privatar íleggjarar, sum sjálvandi skulu hava avkast av síni íløgu.

 

-----

Góðu floksfelagar 

 

Ikki veit eg, men eitt veit eg. Orðini hjá ommu vóru eyðmjúk. Hon ásannaði, at hóast hon visti ella hevði eina meining um okkurt, so visti hon kortini ikki alt… Og soleiðis er tað jú, vit kunnu ikki vita alt um alt. Tí er umráðandi at spyrja. At fregnast. At lurta eftir øðrum og taka vitan til sín. Gerast vit ov sjálvklók, so missa vit eginleikan at vera konstruktiv. Røðarapallurin í dag er meira tykkara enn mín. Eg fregnist eftir tykkara tankum. Eitt livandi kjak er bulurin í einari og hvørjari rørslu. Tí er mín áheitan á tykkum: Tá tit hoyra um politisku málini hjá flokkinum. Kjakist um tey. Lurtið. Spyrjið. Tað kann ávirka og flyta flokkin, so hann altíð samsvarar við tankarnar hjá tykkum, sum mynda hann. Tað er eingin tilvild, at vit nevna tað javnaðarRØRSLAN.

 

-------------

Góðu tit øll,

Vit eiga at lurta og læra av eldra ættarliðnum. Vit føroyingar liva í og av náttúruni. Flestu okkara minnast ivaleyst, hvussu tey gomlu plagdu at gagnnýta alt av kjøtinum og fiskinum. Tá hol var á hosunum, vórðu tær bøttar. Tað var ikki hugsingur um at blaka nakað vekk, sum framvegis kundi brúkast. 

 

Hvussu nógv av okkum kunnu í dag siga tað sama? Eftir stuttari tíð hava vit flutt okkum langt sum samfelag. Okkum dámar at halda, at vit í Føroyum ikki dálka og oyðsla, men veruleikin er tíverri ein heilt annar. Vit dálka illa, og okkara CO2-útlát er methøgt. 

“Men vit eru eitt evarska lítið land”, hoyra vit ofta.

 

“Hvønn mun gera vit í stóru myndini?” verður spurt.

 

Svenska Greta Thunberg sigur “Eingin er ov lítil at gera mun”. Og tað hevur hon veruliga víst. 

 

Í 2018 var hon 15 ár og setti gongd á eina heimsumfatandi rørslu, sum í dag fevnir um 7500 býir í øllum heimspørtum við meira enn 14 mió. fólkum,  sum rópa á politisku skipanina, at vit skulu taka okkum um reiggj. Serfrøðin er á einum máli um, at veðurlagsbroytingarnar eru her, tær eru mannaskaptar og fara at ávirka allar partar av heiminum. Vit kunnu ikki lata tað upp í hendurnar á børnunum, sum í dag beistast á spæliplássinum, at steðga gongdini einaferð seinni. Broytingarnar mugu og skulu koma nú. Vit hava enn møguleika at tálma oyðandi stormunum, yvirflóðunum, turki, hungursneyðum og veðurlagsflóttum í milliónatali.

 

Vit eru eitt lítið, men ríkt land, og bæði kunnu og eiga at gera mun.Veruligan mun við umhvørvis- og náttúruátøkum, sum tálma dálking, verja náttúruna og tileinkisgera okkara CO2-útlát. Átøk, sum kunnugeva øðrum londum íblástur. Vit eiga at vera eitt land, sum gongur fremst. 

 

Ójavnin, sum kemur av veðurlagsbroytingum, er ógvusligur, og  vitverða noydd til at venda skútuni.  Ikki við føgrum orðum og ímyndum um, hvat vit kundu og burdu gjørt. Men við veruligum broytingum.

 

----

Góði ungdómur, tit í SU

 

Vit eiga eisini at lurta og læra av tykkum. Tit eru framtíðin í flokkinum. Tað verða tit, sum bera virðini hjá flokkinum víðari. Tað eru tit, sum skumpa undir broytingar í samfelagnum. 

 

Og eg fegnist um, at okkara ungu umboð, við góðari hjálp frá tykkum í SU, fingu eitt gott val á seinasta fólkatingsvali og løgtingsvali. Ingilín varð næstvald á Javnaðarlistanum til løgtingsvalið við  yvir 500 atkvøðum. Og Barbara fekk næstan  400 atkvøður til fólkatingsvalið, og hevur hon havt sæti á Fólktingi, sum yngsti føroyingur nakrantíð. 

 

Men atkvøðurnar eru meira enn bara tøl. Tær eru tekin um, at ungdómurin skal takast í álvara. Tað er eingin tilvild, at tað var ein 15 ára gomul genta, sum skapti eina altjóða rørslu um veðurlagskreppuna. Tað er tí, at vaksin megnaðu tað ikki. Vit í Javnaðarflokkinum skulu taka ungdómin í álvara og lurta eftir framtíðini, sjálvt um vit finna størstan tryggleika í okkara nútíð. Vit skulu vera ein fjølbroyttur flokkur, har ung og gomul ganga hond í hond. 

 

 

-------------

 

Góðu floksfelagar,

Ein grundleggjandi partur av sosialdemokratisku hugsjónini er felagskassin. At øll eftir førimuni eru felags um at fíggja vælferðarsamfelagið. Og ein grundleggjandi fortreyt fyri, at vit vilja rinda okkara part í felagskassan, er, at vit hava álit á vælferðartænastum. At vit hava álit á, at felagskassin loftar okkum, tá vit snáva. At vit fáa nøktandi viðgerð, tá vit gerast sjúk og veik.

 

Heilsuverkið er krumtappurin í vælferðarsamfelagnum og tí skal Heilsuverkið hava hægstu raðfesting, tá vit aftur fáa leiðsluna. 

 

Álvarsliga sjúk skulu ongantíð setast á bíðilista. Hvørki tá tað snýr seg um likamliga ella sálarliga heilsu.

 

Seinasta valskeið vóru 10 serlæknar afturat settir í sjúkrahúsverkinum og somuleiðis 10 kommunulæknar afturat settir í fast starv.

 

Skulu vit sleppa undan bíðilistum, skulu enn fleiri læknar, sjúkrarøktarfrøðingar og onnur røktarfólk setast í starv. Vit vilja tí varðveita serlæknapuljuna, so peningur altíð er tøkur at seta fleiri læknar og vit vilja uppraðfesta útbúgving av yngri læknum, so vit fáa bast læknatrotinum.

 

-----

Góðu javnaðarfólk

Í Javnaðarflokkinum fegnast vit um margfeldi – eisini á mentanarøkinum. Mentanin er lívæðrin í okkara fólki.  Hon er samfelagslímið, og hon minnir okkum á, at sama hvussu ósamd vit eru, so eru vit kortini eitt fólk. Mentanin er orsøkin til, at vit yvirhøvur búgva her. Mentanin skilmarkar okkum sum tjóð, og hon tosar okkara mál, ikki minst gjøgnum listina. Vit eru sera errin av, at okkara oyggjar framhaldandi virka sum gróðrarbotnur og fostra óteljandi listafólk innan at kalla allar listagreinar. Og okkara listafólk hava uppiborið listarligt frælsi. 

 

Javnaðarflokkurin vil stuðla og styrkja mentanina. Gera vit ikki tað, so viknar føroyski samleikin. Og Javnaðarflokkurin sigur kortanei til politiskan sensur av listini.

Politiskt skulu mentanin og listin stuðlast fíggjarliga, men mentanin og listin skulu ongantíð stýrast politiskt.

 

Góði floksfelagar,

Fiskivinnan og alivinnan eru ryggurin í føroyska vælferðarsamfelagnum. Hesar vinnur forvinna stórar upphæddir til fólk, fyritøkur og land. 

 

Partar av flotanum hava tað tíverri trupult. Heimaflotin og útróðrarflotin eiga ikki at rinda tilfeingisgjald. Tí har er heilt einfalt eingin tilfeingisrenta. Vit eiga at vinna hesum pørtum av flotanum betri rættindi, so teirra virksemi verður meira lønsamt. 

 

Aðrir partar av fiskivinnuni og alivinnan hava risastór yvirskot. Ein partur av hesum yvirskotinum er tilfeingisrentan, sum stavar frá framíhjárættinum, sum hesar fyritøkur hava. Framíhjárættindi, sum vit í Javnaðarflokkinum halda, at hesar vinnur skulu gjalda  væl meira fyri, tá tað gongur vinnuni væl, sum tað tíbetur hevur gjørt nógvu seinastu árini. Tað er okkara uppgáva at tryggja, at tilfeingisrentan ikki endar hjá nøkrum heilt fáum stórum feløgum, ofta við útlendskum eigarum, men kemur øllum føroyingum til góðar. Alivinnan og uppisjóvarvinnan skulu tí rinda ein størri part av tilfeingisrentuni í landskassan. Hetta er neyðugt, um  vit skulu hava eitt javnari samfelag. Sterkastu herðarnar mugu bera tyngstu byrðurnar. 

 

Soleiðis kunnu vit fáa láglønt upp í løn.

Soleiðis kunnu vit minka um skattin hjá vanliga arbeiðaranum.

Soleiðis kunnu vit tryggja, at øll fáa gagn av virðum, vit í felag skapa.


-----

Góði landsfundur

 

Føroyar eru ov smáar til stórar gjáir. Tað er gott, at tað gongur væl hjá summum. At tað gongur væl í vinnulívinum. Men tað er ikki gott, um avleiðingin er, at tað gongur illa hjá fleiri. At munurin økist. At tað gerst ov dýrt at liva av eini vanligari arbeiðsløn í Føroyum. Tað eru vit ov smá til. Tað er ikki føroyskt. Tí fer Javnaðarflokkurin altíð at bjóða ójavnanum av. Tí fara vit altíð at stríðast fyri at byggja brýr yvir tær størstu gjáirnar. 

 

Í Føroyum skal eingin sita eftir hinumegin brúnna. 

 

Okkara svar til dagsins avbjóðingar er tann brúgvin. Brúgvin, har øll kunnu ganga trygt.

 

Tí tað eru ikki tey fáu, sum skapa virðini. Tað eru vit øll. Frá dugnaligu hondunum á verksmiðjuni, við flakalinjuna og við lúnningina á línubátinum. Til tey, sum starvast innan umsorgan og undirvísing í barnagarðinum og fólkaskúlanum. Í røktini av okkara eldru og viðgerðini av okkara sjúku. Og til tey, sum granska fyri at útvega nýggja og gagnliga vitan. Uttan øll tey, sum hvønn dag fara til arbeiðis, vóru eingi virði skapt. 

 

Saman við samhaldsføstu skipanunum skapa hesi tryggleika og veruligt frælsi.

 

Seinastu dagarnar havi eg glett meg til landsfundin. At lurta, kjakast, undrast, fegnast og flenna. 


Í dag kunnu vit saman seta orð á okkara tankar og dreymar. Summi ynskja stórar broytingar beinanvegin, onnur eina meira konstruktiva tilgongd til eitt rættvísari samfelag. 


Meðan eg havi gingið og fyrireikað meg til landsfundin kom eg at hugsa um nøkur orð hjá Olof Palme. Hann segði, at stórar, ógvusligar og skjótar broytingar loysa einki. Morgunin eftir, at broytingarnar eru framdar, byrja trupulleikarnir í gerandisdegnum av nýggjum.

 

Javnaðarflokkurin skal arbeiða fyri at gera trupla gerandisdagin eitt sindur lættari hjá okkum øllum. Ikki minst hjá teimum, sum føla, at tey ikki strekkja til. Tað gera vit ikki við stórum armrørslum ella stórum orðum, men við at lurta, læra og fremja okkara sannføringar í verki.

 

Til tykkum, sum eru her í dag, og tit, sum fylgja við har heima. 

 

Skulu vit vinna komandi løgtingsval, og tað skulu vit, so skal Javnaðarflokkurin ikki bara vera ein vælvirkandi rørsla til tey serstøku høvini sum í dag, tá vit hava landsfund.

 

Vit skulu vera líka sannførandi um okkara hugsjónir ein gráan týsdag í februar. 

 

Vit mugu øll,  bæði til tey serligu høvini og í gerandisdegnum, varpa ljós á javnaðarhugsjónina. Á persónligt frælsi. Á Javnrættindi. Á Samhaldsfesti og rættvísi.

 

Ikki veit eg, men eitt veit eg, og tað er, at Føroyar hava tørv á einum sterkum Javnaðarflokki!

 

Takk fyri og góðan landsfund øll somul.