23. oktober 2025

Terji tikið sæti á tingi

34 ára gamli Terji Beder hevur tikið sæti á Løgtingið fyri Javnaðarflokkin. Terji er varafólk fyri Henrik Old, sum er farin í farloyvi.

Hetta er aðru ferð, at fuglfirðingurin Terji Beder situr í Løgtinginum. Hann er útbúgvin sosiologur og arbeiðir í Barna- og undirvísingarmálaráðnum og býr í Vestmanna. Eitt skifti var Terji formaður í Giktafelagnum.

Nýggi tingmaðurin fekk 145 atkvøður á løgtingsvalinum í 2022.