Bjørg Dam
Lesarabræv29. november 2022
Bjørg Dam

Framleiða Vetni innan trý ár!

Løgtingsval 2022

Árið 2021 toppaðu føroyingar oljunýtsluna og nú gongur rætta vegin. Men vit skula hava eina langtíðarætlan, gott samstarv, framskygni og grønar politikarar fyri at røkka á mál.

Vit hava brotið linjuna, funnið melodiin og skula halda áfram við at seta vindmyllur upp, sum geva okkum nóg mikið av orku til at framleiða el. Samstundis fara vit at hava nóg mikið av avlopsorku til at framleiða vetni, ammoniak og annað biobrensil, sum er framtíðar orka til tunga ferðslu, vinnu og skip.

Tað er boðskapurin frá Kára Mortensen á hugaverdari framløgu fyri náttúru og umhvørvisnevndini í dag.

Hann vísti á eina granskingarverkætlan, um at byggja eitt elektrolysuannlegg í Tórshavnar kommunu, sum kann framleiða vetni, oxygen og eini 30GWh av hita, ið kann koyrast inn á fjarhitanetið.

Vit loysa avbjóðingina við at tung ferðsla kann koyra grønt. Síðuvinningurin er, at laksavinnan er stórforbrúkari av oxygeni, umframt at fjarhitanetið verður framtíðartryggja orku.

Hettar er ein sera framskygd og spennandi verkætlan, sum veruliga kann gera okkum til undangonguland og høvuðsstaður í heimshøpi.

Men tað krevur, at vit arbeiða breitt og skula tora taka stór tøk.

- Endamálið er, at hallið á oljukurvini verður so bratt sum gjørligt, og vit sleppa undan oljuni skjótast.  

Bjørg Dam, valevni fyri Javnaðarflokkin