Tíðindi26. august 2020

Fyrisitingin av tunnilsfeløgunum flytur inn á Skálafjørðin

Í desembur mánaði verður klárt hjá fyrisitingini av Vága- og Norðoyatunlunum at flyta til Saltangará. Hetta er ein ætlan hjá Henriki Old, sum Aksel V. Johannesen nú hevur spurt landsstýrismannin við samferðslumálum um.

Undanfarni landsstýrismaður fyri Javnaðarflokkin, Henrik Old, avráddi í síni tíð sum samferðslumálaráðharri, at fyrisitingin hjá Vága- og Norðoyatunlunum skuldi flyta úr Tórshavn inn í Runavíkarøkið. Leigusáttmálin um hølir í Saltangará varð undirskrivaður, meðan Javnaðarflokkurin enn sat í landsstýrinum.

Tá meira enn eitt ár var liðið síðan sáttmálin varð undirskrivaður, ótolnaðist Aksel V. Johannesen, og tí spurdi hann núverandi landsstýrismann um flytingina. Í svarinum vísir Jørgen Niclasen á, at umvælingar skuldu gerast av hølunum, og at hetta hevur drigið út m.a. orsakað av koronasmittuni. Skrivstovuhølini verða sambært landsstýrismanninum klár í desembur, og tá flytur fyrisitingin av Vága- og Norðoyatunlinum á Heiðavegin í Saltangará.

- Eg gleðist um, at henda ætlanin nú bar á mál, hóast drúgvar seinkingar. Fyri samanhangsmegina í samfelagnum er tað umráðandi at hava fjølbroytt arbeiðspláss kring alt landið, og tá tað kann gerast við fyrimuni er einki sum forðar hesum. Fyrisitingin av tunnilsfeløgunum kann eins væl liggja á Skálafjørðinum sum í Tórshavn, sigur Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins.

Jørgen Niclasen boðar í svarinum frá, at hóast seinkingar verður eingin útreiðsla til leigu rindað áðrenn hølini eru klár at taka í nýtslu. P/F Tunnil upplýsir, at leigumálið tekur við tá hølini eru klár at taka í nýtslu, sum í núverandi støðu væntandi verður 1. desember 2020.