Tíðindi14. mai 2021

Gjaldsportrið kann seta fordømi fyri onnur

Aksel V. Johannesen stúrir fyri, at um landsstýrið ikki kemur við eini niðurstøðu um gongd í haga skjótt, fer almenni mynduleikin at missa møguleikan at seta krøv um at taka niður privatar gjaldsskipanir í náttúruni. Úrslitið kann gerast, at fleiri privat gjaldsportur verða sett upp.

Í 2019 varð eitt gjaldsportur sett upp í Saksun, sum kravdi pengar frá ferðandi, sum vildu oman í Lógv at vitja. Landsstýrismaðurin, Helgi Abrahamsen, sum varðar av økinum, hevur áður sagt, at hann vil gera tað frítt hjá fólki at ganga í haga. Kortini stendur gjaldsportrið í Saksun framvegis.

- Vandin við at hetta dregur so nógv út er, at gjaldsportrið vinnur hevd, soleiðis at aðrir bøndur og festarar fáa sama rætt at seta upp gjaldsportur, og at almenni mynduleikin missir møguleikan at seta krøv, sigur Aksel V. Johannesen, sum hevur sett landsstýrismanninum ein fyrispurning um málið.

- Gongd í haga eigur at vera ein rættur hjá øllum føroyingum undir skipaðum viðurskiftum. Politiska skipanin hevur í fleiri ár arbeitt við at finna eina loysn á gongd í haga. Nú tá ferðavinnan fer at taka seg upp aftur, eftir at koronufaróttin hevur lagt seg, er neyðugt, at ein loysn er funnin, sigur Aksel V. Johannesen.