Levi Mørk
Lesarabræv21. august 2020
Levi Mørk

Gøg og Gokke

Í einum demokratiskum samfelag hava fólk ymiskar hugsjónir. Summi eru høgravend, onnur eru vinstravend, og tað er í lagi.

Tað er í lagi at hava ein liberalan hugsunarhátt, tað er ein mannarættur, men at vera so liberalur at tað elligamla føroyska eyðkenni, næstrakærleiki, at hjálpa hvørjum øðrum, at hugsa um hvønn annan, tí tað var, og er ofta, neyðugt, fullkomiliga hvørvur, er ikki føroyskt, men tíverri nakað, sum hendan samgongan stendur sum borgan fyri. 

Fleiri dømir eru um henda politikk seinasta árið, sum henda høgra samgonga hevur sitið við valdið. Eg havi einki ímóti, at fólk og vinnufyritøkur forvinna sær pengar. Men ikki fyri ein og hvønn prís, tí í seinasta enda er tað Palleba og Marsanna, sum gjalda gildið.

ALS verður nógv brúkt og misbrúkt av núverandi samgongu. Hinvegin eisini av okkara stóru laksa- og fiskivinnufyritøku, har arbeiði bert er nakrar mánaðir av árinum og ALS orðnar rest. Ríkidømið hava teir fáu fingið frá okkum øllum at umsita. 

Nú korona herjar um alla verðina, skal ALS kassin tømast. Sjálvandi skal samfelagið fóta sær, men hvør er tađ nú, sum geldur alt gildið?

Hvar eru allar hasar milliardirnar, sum Landsbankastjórin vísti til, og sum kundi brúkast í hesum korona tíðum? Hví ikki brúka av teimun ístaðin fyri at tøma ALS kassan?

Eg meini tađ. Fyri okkum uttanfyristandandi tykist alt í Tinganesi meira líkt tí frálíku sendingunum frá Gog og Gogge. Munurin er tó, at í Gog og Gogge funnu teir onkuntíð skilagóðar loysnir. 

Í Tinganesi er, so at siga, ongar hugsanir og ongar visiónir uttan at taka mest til tey vælbjargađu, og skít verđur við restini. Ikki fyri at tosa um at kopiera beinleiđis danskar loysnir og lógir uttan kjak og umhugsni. 

Men semja um at avbyrgja seg frá restini av heiminum á fiskivinnuøkinum og lata nøkrum útvaldum okkara tilfeingið, semja um at landsins útreiðslur mugu niður, og semja um, at tað er tann veiki føroyingurin, sum skal bera hesa byrðu, og endiliga semja um, at hann helst skal fáast av landinum, tí hann viðvirkar ikki jaliga til samfelagsbúskapin. Vorðið sum blídni. 

Nýggjasta dømini frá høgrastýrinum eru tankar um at privatisera Atlantic Airways, Føroya Tele, Strandferđsluna og pínadoyð um ikki okkara SEV, sum kommunurnar eiga, eisini skal á privatar hendur, meira ella minni, uttan at spyrja eigaran eftir nøkrum av tí. Koyrir væl.

Levi Mørk, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin í Vágs kommunu