Tíðindi21. juli 2020

Grundleggjandi bankatænastur mugu varðveitast

Eftir ólavsøku fer Javnaðarflokkurin at leggja fram uppskot fyri løgtingið um at tryggja fólki ókeypis atgongd til grundleggjandi bankatænastur kring landið.

Seinastu árini eru stórar broytingar farnar fram í fíggjarheiminum. Tað, sum fyrr vóru sparikassar, er blivið til bankar við øllum tí, sum har til hoyrir. Tað er ov trupult og ov kostnaðarmikið at brúka bankarnar, halda tinglimir Javnaðarfloksins, sum tí fara at leggja uppskot fyri løgtingið eftir ólavsøku.

- Tað er lógarkravt, at lønin skal gjaldast út umvegis ein peningastovn, og tí hava fólk ikki møguleika at velja bankarnar frá. Var talan um onkra aðra fyritøku, og fólk við ónøgd við prís- ella tænastustøðið, so fóru tey sín veg. Tað kunnu tey ikki í hesum førinum. Og tað mugu vit gera nakað við, sigur Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin.

Stór ónøgd hevur verið um kostnaðarstøðið hjá bankunum. Millum annað at bankarnir eru farnir at taka negativa rentu fyri at hava pening standandi á bók, og at tað er vorðið dýrari at taka pening út. Harafturat eru nógvar deildir latnar aftur kring landið, og í seinastuni eru eisini upplatingartíðir skerdar, og sjálvtøkur tiknar niður.

- Bankarnir reka vinnu og hugsa um yvirskotið av virkseminum. Soleiðis eru teir innrættaðir í dag, og tað er einki ólógligt í tí. Men vit halda, at tíðin er komin til, at vit við lóg tryggja, at fólk til eina og hvørja tíð kunnu taka sína egnu løn út ókeypis og kring alt landið, sigur Jóhannis Joensen.

Tinglimir Javnaðarfloksins halda, at løgtingið skal viðgera, akkurát hvussu hetta skal gerast í verki. Uppskotssetararnir vísa á, at eitt hugskot kundi verið at kravt, at allar bygdir ella býir við fleiri enn 500 íbúgvum skulu hava ókeypis atgongd til grundleggjandi bankatænastur t.d. við eini sjálvtøku. Soleiðis vil eingin hava langa leið til nærmastu sjálvtøku.