14. mars 2023

Hans Jacob: Vitan og vilji tryggja burðardygd í fiskivinnuni

Løgtingið hevði í dag aðalorðaskifti um fyrisiting av sjófeingi. Hans Jacob Thomsen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, gav sítt íkast til orðaskiftið við hesi røðuni.

"Henda samgongan er tó samd um, at eigarin av tilfeinginum, føroya fólk, skal hava ein munandi og rímiligan part av tilfeingisrentuni."

Frú forkvinna,

Tá mann lesur frágreiðingina frá landsstýrismanninum um fyrisiting av sjófeingi, og hyggur at teimum lógum og reglum, ið eru galdandi, fær mann eina greiða fatan av einari vinnu, sum í alt ov stóran mun er merkt av tilvildarligum politiskum ráki, og ræðslu fyri, ella manglandi vilja til, at gera nakrar munagóðar broytingar, sum kunnu tryggja, at henda vinnan eisini í framtíðini kann verða grundarlagið undir okkara búskapi.

Í okkara samgonguskjali leggja vit dent á, at “Ríkidømið í havinum skal umsitast skynsamt og burðardygt”, og her er so talan um bæði búskaparliga, lívfrøðiliga og sosiala burðardygd.

Hetta er sjálvandi greið tala, og tað finnast nokk ikki nógvir føroyingar, ið ikki kunnu taka undir við tí.

Avbjóðingin er helst meira, hvat vit skilja við burðardygd.

Er tað t.d. meira búskaparliga burðardygt at hava nakrar fáar stórar fyritøkur, ið sita við øllum rættindunum at fiska, tí tað gevur ein ávísan fíggjarligan tryggleika, meðan vandin er, at vinnan verður stirvin og heldur enn at endurnýggja seg, tryggjar sínar pengar við at uppkeypa alt, sum kann keypast í samfelagnum?

Ella er tað betri, um tað eru fleiri smærri fyritøkur, sum í dagligari kapping verða noyddar at tillaga seg einum óstøðugum marknaði, og gera neyðugar íløgur fyri framhaldandi at kunna tjena pengar; hóast tað inniber ein vanda fyri, at vinnan ikki er mótstøðufør móti teimum bakkastum, primerar vinnur ofta koma út fyri?

Svarið er helst onkrastaðni har ímillum. Nøkur av okkum hella tann vegin, har verulig og rættvís kapping tryggjar framburð.

Har vit loyva fyritøkum at verða nóg stórar til at tryggja eina støðuga vinnu, men samstundis eisini forða teimum at gerðast so stórar, at tær skeikla bæði marknað og samfelag.

Tað týdningarmiklasta má í øllum førum vera, at tað ikki er ein ævigur framíhjárættur til fiskin í sjónum, ið skal tryggja vinnuna ella okkara búskap, men harafturímóti dugnaskapur, áræði og nýhugsan; samstundis sum allir aktørar, bæði verandi og komandi, virka undir somu støðugu treytum.

Higartil hevur politikkurin í Føroyum stórt sæð verið at givið reiðaríunum fleiri og størri kvotur, og í alt ov stóran mun at stuðla teimum við pengum ella kvotum, tá tey antin skulu skaffa nýggj skip ella sleppa sær av við gomul skip.

Tað, skilir ein og hvør, er ikki burðardygt uppá nakran máta.

Støðan í dag

Tað er ógjørligt hjá nýggjum aktørum at bjóða seg fram í vinnuni, samstundis sum verandi aktørar nú traðka alment fram at kæra sína neyð, tí teirra framíhjárættindi, ikki beinanvegin verða longd, at galda til 1. januar í 2035 heldur enn 2034.

Tað er eisini ein stórur trupulleiki, tá vit hava eina høvuðsvinnu, ið heldur fast í, at hon skal hava trygg ævigt rullandi rættindir, fyri at kunna gera íløgur; meðan allar aðrar vinnur, ið kappast á einum marknaði, mugu gera íløgur fyri at vinna sær rættindi.

Vit kunnu kjakast um, hvat er rætt ella skeivt, líka til dómadags, men veruleikin er, at vit hava eina skipan, ið mest av øllum líkist planbúskapi við politiskt stýrdari atgongd; har einasti munurin er, at í staðin fyri at staturin eigur framleiðslutólini, er tað ein avmarkaður skari av privatum fyritøkum; so vit kunnu næstan siga, at vit hava eitt slag av privatkommunismu.

Seinastu árini eru vit tíbetur farin at ásanna, hvussu stórt virði framíhjárætturin at fiska hevur.

Í nøkur ár, vóru royndir gjørdar við uppboðssølu, har veiðirættindir vóru seld fyri munandi hægri upphæddir enn tær, vit í dag krevja inn í tilfeingisgjaldi.

Nú verður so politiskt ásett tilfeingisgjald kravt inn í staðin, við teimum vansum, tað inniber.

Trupulleikin við hesum politiskt ásettu tilfeingisgjøldum er sjálvandi, at tað er so trupult, fyri ikki at siga ógjørligt, at meta, hvussu stór tilfeingisrentan í veruleikanum er.

Vit mugu bara meta um hana útfrá roknskapum frá reiðaríunum, sum oftast als ikki kunnu brúkast til slíka útrokning.

Men, hóast tað almenna ongantíð skal taka meira enn veruligu tilfeingisrentuna, og vit hava hoyrt serfrøðina ávarað ímoti at innkrevja meira enn 70-90% av mettu tilfeingisrentuni, júst fyri at tryggja, at ov nógv ikki verður kravt, so er veruleikin, at vit helst liggja væl undir helvtini av teimum 70%, ið eru minstamarkið hjá serfrøðini.

At stovna ein marknað, har veiðirættindi verða seld og keypt, kann møguliga verða ein hjálp til at fáa tøl, ið kunnu vísa veruliga virðið á rættindunum at veiða okkara tilfeingi. Broytingar í krøvunum til roknskapirnar hjá reiðaríunum hjálpa óivað eisini til neyvari metingar.

Henda samgongan er tó samd um, at eigarin av tilfeinginum, føroya fólk, skal hava ein munandi og rímiligan part av tilfeingisrentuni.

Støðan framyvir

Tað skal tó sigast, at talan sjálvandi er um eina fløkta skipan, ið als ikki er so lætt at fáa greiðu á.

Um vit hyggja at kvotunum, so hava vit eginkvotur, uppboðssølukvotur galdandi í ymisk áramál, menningarkvotur, vinnuligar fiskiroyndir og ískoytiskvotur. Umframt at onkrar kvotur frá einum ári kunnu fiskast árið eftir.

Og at finna útav, hvør í veruleikanum eigur hvønn í vinnuni, munnu tað vera fáir føroyingar, ið megna.

So har eiga vit avgjørt at gera fleiri átøk fyri at tryggja, at vit vita, hvør eigur hvat.

So til endans, frú forkvinna, tess størri vitan, vit hava um eina vinnu, tess lættari er sjálvandi at umsita hana og taka avgerðir, ið ávirka vinnuna.

Men, vitan einsamøll bjargar hvørki fiskastovnum ella tryggjar eina burðardygga fiskivinnu, tað skulu vilji og gerðir til.