Bresti Ryggshamar
Tíðindi07. oktober 2020
Bresti Ryggshamar

Heilsan til tvær megnarkvinnur

Tvær megnarkvinnur stilla ikki upp aftur til komandi býráðsval í Vági. Tær eru Kirstin Strøm Bech og Eydis Kjærbo.

Kirstin hevur umboðað flokkin í 12 ár, herav 8 ár sum borgarstóri. Eydis hevur eisini sitið í 12 ár. Hon hevur verið forkvinna í mentanarnevndini, limur í fíggjarnevndini og varaborgarstjóri.

Kirstin stríddist sum úlvur á skóg fyri at fáa okkum ellisheimið Hamragarð og heimið Eiðisgarð - her eigur bygdamaðurin Hans Pauli Strøm, fyrrverandi landstýrissmaður, at fáa eina stóra tøkk. Eftir tógvið stríð við høgar harrar á Nesinum, bleiv eisini barnagarðurin Eikilund bygdur. Hesi trý arbeiðplássini hava alstóran týdning fyri trivnaðin í bygdini.

Nógv annað gott er gjørt í bygdini, meðan tit báðar hava sitið í býráðnum, so halda okur áfram at lyfta í felag, so sær framtíðin bjørt út.

Ynskt verður tykkum báðum alt tað besta og vóna, at tit halda áfram at stuðla flokkinum, soleiðis at okur fáa eitt gott býráðsval.

Við javnaðarkvøðu og takk fyri gott grannalag.

Bresti Ryggshamar