14. oktober 2025

Heilsuskúlin skal geva atgongd til Setrið

Skjótt verður møguligt at lesa víðari á Fróðskaparsetrinum við prógvi frá Heilsuskúlanum.
Útbúgving sum námsfrøðihjálpari kann geva atgongd til bachelor í námsfrøði, og heilsurøktari kann geva atgongd til bachelor í sjúkrarøktarfrøði.
– Hetta er eitt týdningarmikið stig móti einari greiðari útbúgvingarleið til teirra, sum longu starvast innan heilsu- og námsfrøðiliga økið, sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður.
Hann heitti á Fróðskaparsetur Føroya um saman við Barna- og útbúgvingarmálaráðnum at finna ein leist fyri, hvussu manglandi samanhangurin millum útbúgvingarnar kundi loysast.
Nú er ein semja funnin. Farið er tí undir at broyta upptøkukunngerðina fyri Fróðskaparsetrið, so broytingin kann setast í verk.