Hans Jacob Thomsen
Lesarabræv09. mars 2020
Hans Jacob Thomsen

Henda gongdin má fáa ein enda

Nú var ikki nóg mikið, at vit hava givið nøkrum fáum útvaldum milliardavirðir fyri onki. Nú skal grundarlagið undir Bústøðum eisini sorast sundur, so hesi somu fáu útvaldu, skulu fáa so stóran vinning, sum gjørligt, burturúr teimum, ið ynskja tak yvir høvdið.

Hetta ber ikki til.

Vit kunnu ikki sum samfelag góðtaka, at nøkur fá skulu eiga øll okkara virðir, og øll onnur skulu gjalda teimum leigu fyri yvirhøvur at kunna veita okkara børnum eitt heim.

Okkara samfelag hevur IKKI fyri neyðini, at alt skal loysa seg fíggjarliga fyri tey, ið longu hava.

Okkara samfelag hevur heldur IKKI fyri neyðini, at nakar skal ”spekulera” í bústaðartørvinum.

Okkara samfelag hevur fyri neyðini, at allir føroyingar hava tak yvir høvdið, og at øll okkara børn hava eitt heim, har tey kunnu kenna seg trygg, og ikki vera bangin fyri at verða tveitt á dyr, ella um húsaleigan noktar teimum mat í munnin.

Privati bústaðarmarknaðurin ynskir ikki, at øll fáa nakað at búgva í, tí tað viðførir lægri leigu- og søluprísir.

Privati bústaðarmarknaðurin sær heldur ikki stóra bústaðartørvin sum ein samfelagsligan trupulleika.

Privati bústaðarmarknaðurin sær støðuna sum ein møguleika at vinna pengar, helst so nógvar sum gjørligt. 

Tí skal Bústaðir gerast til syndabukk.

Men, felagið Bústaðir er ikki ein trupulleiki fyri nakran annan enn tey, ið vilja spekulera í bústaðartørvinum.

Fyri handverkaran, timburhandilin osf. er líkamikið, um tað er Bústaðir ella onkur annar, ið byggir.

Men, Bústaðir kann gera stóran mun fyri tey, ið mangla eitt heim.

Tí mugu vit raðfesta menniskja framum privat fíggjarlig áhugamál, styrkja felagið Bústaðir, og lata tey royna at nøkta bústaðartørvin.

Hans Jacob Thomsen