Kristianna W. Poulsen
Lesarabræv07. oktober 2020
Kristianna W. Poulsen

Hoyvíkin eigur tørn

Høvuðsstaðarkommunan skal vera ein góð kommuna við fjølbroyttum møguleikum, eisini fyri okkum nógvu, sum búgva uttanfyri miðbýin.

Kommunuval 2020

Hoyvíkin veksur skjótt og telur í dag útivið 5.000 íbúgvar. Við so nógvum fólkum í øllum aldursbólkum er tað í tøkum tíma, at vit raðfesta tað neyðuga arbeiðið, sum alt ov leingi hevur ligið á láni. Tí Hoyvíkin hevur ábøtur fyri neyðini, fyri at børn og vaksin veruliga skulu merkja, at ein høvuðsstaður dugir at raðfesta og dagføra allar partar av kommununi.

Hoyvíkar skúli er 43 ára gamal, og hann er nógv útbygdur, men ongar veruligar ábøtur hava verið gjørdar hvørki innan ella uttan. Skúlin skal nú raðfestast, tí tað hava bæði skúlabørn og starvsfólk uppiborið. Og hetta arbeiðið skal gerast á ein slíkan hátt, at plássið við Hoyvíkar skúla og Hoyvíkar kirkju verður ein lokkandi býarmiðja, har fólk fáa hug at savnast til gaman og álvara. Allir býarpartar hava tørv á einum savningarstaði, men í Hoyvík hevur eitt slíkt stað tíverri ikki havt politiska raðfesting.

Fimleikarhøllin við skúlan, sum ikki er umvæld, síðani hon varð bygd fyri 43 árum síðani, skal kunna brúkast meira og betur, tá ið ymisk tiltøk eru. Ein møguleiki er umbygging, so at øll síðan út móti skúlagarðinum kann latast upp, og tað verður gjørligt at skipa fyri tiltøkum, sum eru bæði úti og inni. Ein fín og neyðug loysn til føroyska veðurlagið.

Av øðrum, neyðugum tænastum eigur eitt apotek at vera í Hoyvík. Túrurin oman í býin kann vera ein ordans fyritøka, við ferðslu, leitan eftir parkering, og bíðitíð. Fyri nógv er heilivágur neyðsynjarvøra, sum vit eiga at kunna fáa fatur á í nærumhvørvinum.

Bilrøðin av Løgmannabreyt oman á Vegin Langa er ótolandi í meldurtíð, og her skal ein loysn finnast, so at ferðslan gongur ómakaleysari. Eisini er neyðugt at gera tað høgligari at koyra út á Vegin Langa hjá teimum, sum koma eftir Flatarvegnum, tá ið nógv ferðsla er.   

Lítla og hugnaliga gøtan, sum leiðir frá Hoyvíkshøllini og niðan móti Ólivantsgøtu, skal gerast meira atkomulig. Har skal asfalterast, og har skal vera ljós um kvøldarnar ta myrku tíðina. Á tann hátt kunnu skúlabørnini súkkla og ganga trygt til og úr skúla og til og úr Hoyvíkshøllini. Soleiðis verður tað eisini hugaligari og tryggari at ganga hjá okkum mongu, sum tíðum njóta hetta vakra økið.

Og sjálvsagt skal vera nógv styttri millum ruskspannirnar á alfaravegi.

Hesum vil eg arbeiða fyri, um eg fái møguleikan eftir býráðsvalið í november.

Kristianna Winther Poulsen, valevni hjá Javnaðarflokkinum til býráðsvalið