Tíðindi23. september 2022

Hví er einki virksemi á Familjudepilinum?

Tað er einki virksemi á Familjudepilinum í løtuni, men í nógv ár hava barnaverndartænasturnar kring landið havt møguleika at veita familjum eitt tilboð á depilinum.

Hetta tilboðið hevur havt eitt sera høgt og væl kvalifiserað fakligt orð á sær og hevur hjálpt og vegleitt nógvum familjum víðari á leið.

Á depilinum kemur ofta fyri, at dugnaligu starvsfólkini finna aðrar og smidligari loysnir enn, at barnið skal flytast burtur frá heiminum. 

Tí havi eg spurt landsstýrismannin í almannamálum, hví einki virksemi er á Familjudepilinum og hvat ætlanin er við honum framyvir. 

Tað er nógv skilagott, sum fer fram á depilinum, m.a. samtalur, samspælsvenjingar, refleksión o.a. Foreldrini eru antin til arbeiðis sum vanligt ella hava frí, meðan uppihaldið er, og hava sjálvar ábyrgd av húsligum arbeiði og sínum fíggjarligu viðurskiftum.

Djóni Nolsøe Joensen, løgtingsmaður