Eyðgunn Samuelsen
Tíðindi06. mai 2022
Eyðgunn Samuelsen

Hví var eingin hjálp hjá læknavaktini?

Tað ber yvirhøvur ikki til, at fólk verða vend í hurðini, tá tey hava brúk fyri bráðfeingis sálarhjálp.

Tað er ein trupulleiki, sum landsstýrismaðurin má loysa. 

Tí fegnist eg um, at hetta í minsta lagi verður kannað av Heilsutrygd og landsstýrismanninum, so vit ikki fáa líknandi støður, sum tær, ið vóru í miðlunum herfyri. Tað hevur landsstýrismaðurin nú lovað.

Hetta má ikki fara í gloymskuna aftur, og tí ætli eg mær at fylgja málinum upp seinni í ár. 

Her er svarið hjá landsstýrismanninum til fyrispurningin um bráðfeingis sálarhjálp: https://www.logting.fo/documents/52999​

Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna