Aksel V. Johannesen
Lesarabræv16. august 2021
Aksel V. Johannesen

Hvør tók avgerðina, sum nú seinkar Fámjinstunlinum?

Var tað landsstýrismaðurin, hava vit ein stóran trupulleika. Var tað embætisverkið, mugu grundgevingarnar leggjast fram.

Vit kunnu øll verða ov sein av onkrari orsøk. Til føðingardagar. Til fundir. Til freistir. Vanligt er, at so biðja vit um umbering og gera tað betri næstu ferð. Tað er ikki vanligt, at vit krevja nakað afturfyri okkara egna mistak, tá vit eru ov sein.

Men tað er júst tað, sum er hent í sambandi við undangóðkenningina av Fámjinstunlinum.  Tey hjá J&K Petersen vóru so óheppin, at tey orsakað av einum persónligum mistaki vóru ov sein at søkja um undangóðkenning.

Sambært Landsverki kundu tey tí ikki bjóða upp á Fámjinstunnilin. Tí sambært Landsverki, so er ein tíðarfreist ein tíðarfreist. Og tíðarfreistir skulu haldast. 

J&K Petersen kærdi hesa avgerð hjá Landsverki til Fíggjarmálaráðið, og Fíggjarmálaráðið hevur givið Landsverki harraboð: Undangóðkenningin skal ganga umaftur. 

Slík harraboð frá landsstýrismanninum kunnu máa alt álit undan Landsverki og skipanini, um so er, at boðini eru politiskt motiverað og ikki fyrisitingarliga motiverað. Tí hvør er avleiðingin av avgerðini hjá landsstýrismanninum?

Talan er um eitt prinsipielt mál. Er ein tíðarfreist ikki ein tíðarfreist? Hvat hendir næstu ferð, onkur ikki heldur seg til eina tíðarfreist frá Landsverki? 

Eftir Dag og Viku fríggjakvøldið 13. august kundi hyggjarin sita eftir við kensluni av, at talan var um eina politiska avgerð og ikki eina fyrisitingarliga avgerð.

Sambært KVF svaraði aðalstjórin í Fíggjarmálaráðnum, at KVF kundi spyrja landsstýrismannin, tá hann varð spurdur, um ein freist ikki er ein freist. Aðalstjórin hevði onga viðmerking, tá hann var spurdur, um fyrisitingin hevði verið undir politiskum trýsti í hesum málinum.

Innslagið í Degi og Viku gav tí okkum hyggjarum ta fatan, at tað er ein politisk avgerð hjá landsstýrismanninum, at undangóðkenningin skal ganga umaftur. 

Eg vóni ikki, at so er. Tí tað fer at máa álitið undan skipanini. Stjórin í einari av byggifyritøkunum segði, at freistir í byggivinnuni er sum “Amen í kirkjuni”. Tær skulu haldast.

Vónandi er tað ikki so, at fyrisitingin í Fíggjarmálaráðnum er politiskt trýst til at taka hesa avgerð - samstundis sum tunnilin verður seinkaður upp til eitt hálvt ár orsakað av avgerðini hjá landsstýrismanninum. 

Eftir tann iva, sum er sáddur, eigur landsstýrismaðurin púra greitt at siga, hvør tað var, sum tók avgerðina. Ein avgerð, sum nú hevur ført til, at øll mannagongdin við undangóðkenningini má ganga umaftur. 

Var tað ein politisk avgerð, hava vit ein trupulleika. 

Var tað ein fyrisitingarlig avgerð hjá embætisverkinum, eiga grundgevingar fyri hesum at verða lagdar greitt fram, so vit fáa fult gjøgnumskygni. 

Aksel V. Johannesen