21. juni 2025

Ingilín: Ongin avtala um sparingarnar hjá Ruth Vang

Lat meg sláa fast beinanvegin, at sparingarnar, sum Ruth Vang legði fram í útvarpstíðindinum í dag, vera uttan meg. Sambært fíggjarmálaráðfrúuni skal sparast á heilsuøkinum, á almannaøkinum, á útbúgvingarøkinum og í tillagaðu størvunum. Hetta má vera eitt spontant hugskot hjá Ruth Vang, tí mær vitandi er ongin politisk avtala í samgonguni ella løgtinginum um hetta. Hvørki sparingarnar ella ítøkiligu uppskotini, og tað av góðum grundum.

At skava í vælferðini rakar meint, og sparir einki í síðsta enda. Politiska skipanin hevur í fleiri ár við skiftandi samgongum snakkað um nýskipanir. Beint nú situr ein bólkur, ið løgmaður hevur kallað saman, við umboðum úr øllum politisku flokkunum – sokallaði “haldførisbólkurin” – og arbeiðir við júst hesum. Veruleikin er, at ofta kostar tað meir her og nú, at fáa tingini at rigga betri og bíligari í longdini. Soleiðis er tað eisini í hesum førunum.

Tað, ið skal gerast, skal vera gjøgnumhugsað og við breiðum meirluta. Tí eitt kunnu vit gera okkum púra greitt, og tað er, at tað at spara í vælferðartænastunum ofta í síðsta enda vísir seg at kosta enn meir, bæði fyri tann rakta og fyri samfelagið. Skal sparast er alneyðugt, at tað ikki gongur út yvir dygdina í tænastuni ella rættindunum hjá teimum, ið skulu loftast av vælferðini – hvørt tað er í skipanunum við tillagagum starvi, á heilsuøkinum, á almannaøkinum ella á útbúgvingarøkinum. Tí so verða útreiðslurnar hægri í síðsta enda, eins og lívskvaliteturin hjá okkara medmenniskjum verður verri.