Tíðindi03. mars 2021

Ingilín vil hava allar koppsetingarnar á borðið

Fleiri dømi eru um, at fólk eru koppsett uttan um koppsetingarætlanina. Tað er ikki í lagi, heldur Ingilín Didriksen Strøm, sum nú vil hava landsstýrismannin at leggja alt á borðið.

Sambært heimasíðuni Corona.fo, sum Heilsumálaráðið og Landslæknin umsita, eru tað í dag, 3. mars 2021, 4.190 fólk, ið hava fingið fyrru koppseting fyri Covid-19,  meðan 2.523 eisini hava fingið tað seinna prikið. Hetta eru 6.713 koppsetingar tilsamans. Í Degi og Viku í gjárkvøldið varð staðfest, at privatar fyritøkur og sendifólk Føroya uttanlands eru koppsett uttan um koppsetingarætlanina, meðan fólk í serligum smittuvanda, herímillum fjølbrekað og fólk við kroniskum sjúkum, framvegis hvørki eru koppsett ella hava fingið vitan um, nær tey kunnu vænta at verða koppsett.

- Tað kunnu vit als ikki góðtaka. Tí mugu vit skjótast gjørligt fáa at vita, um tað eru fleiri enn hesi, sum Kringvarpið vísti á, sum eru koppsett uttan um koppingarætlanina, hvørji fólk talan er um, og hvørjar grundgevingar eru fyri at gera frávik, sigur Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin.