Røðan sum Uni Holm Johannesen, tingmaður, helt undir viðgerðini av ólavsøkurøðu løgmans.
Hon stendur altíð har trúðføst, tá ið tú trínur inn í matvøruhandilin. Tú hugsar kanska ikki stórvegis um hana. Hon sigur heldur einki. Men visti hon til sín, so kundi hon sagt nógvar søgur um lívið, sum vit liva í Føroyum. Søgur, sum rokniørkini og tungu rapportirnar í Tinganesi ikki fáa fatur í.
Eg hugsi um innkeypskurvina.
Vit brúka hana øll. Fólk úr ymiskum samfelagsløgum. Fólk við ymsari keypiorku. Og fólk við sera ymiskum útgangsstøði, tá ið vit taka í kurvina.
Tann kurvin, sum tú brúkti seinast, hevði onkur annar hildið í fyrr um dagin.
Tað var kanska staka mamman, sum legði saman og taldi í høvdinum og var noydd at leggja onkra vøru aftur á hillina, tí hon kostaði ov nógv. Tað var kanska smábarnapápin, sum hevði stórt bústaðarlán og var ovfarin av, hvussu onnur kundu kasta dýrar vistfrøðiligar vørur í sína kurv, uttan at hugsa stórvegis um prísirnar. Ella arbeiðsmaðurin, sum arbeiðir fulla tíð, men kortini hevur trupult við at fáa til dagin og vegin. Ella fólkapensjónisturin, sum í næstu viku verður noyddur at spyrja hjálparfelagsskapir um mat, og annars einki skilir av, at politikarar tosa um, at føroyski búskapurin er væl fyri.
Tað eru nógv fólk, sum hvønn dag kenna á egnan kropp, at tað er dýrt at liva í Føroyum. Sum eru fíggjarliga viðbrekin. Og sum hava brúk fyri, at vit taka neyðug stig fyri at gera tað liviligari. Sum millum annað gera tað lættari hjá teimum at fara til handils at fylla sær innkeypskurvina.
Prísstøðið – og serliga matvøruprísirnir – eru eksploderaðir seinastu trý árini. Prísseðlarnir á handilshillunum eru skiftir títt, og í mongum førum fáa vit minni fyri meira. Síðan ársbyrjan í 2022 eru prísirnir á matvørum hækkaðir við 22,1 prosentum. Og tað er ein kraftigur vøkstur, sum vit ikki hava upplivað fyrr.
Tað er dýrt at keypa inn í Føroyum. Nógv dýrari enn aðrastaðni – har tey eisini eru ørkymlaði av matvøruprísunum.
Tey, sum í summar hava verið í Netto í Keypmannahavn og keypt sær upp í ein beriposa, hava upplivað, at matvørurnar har kosta ein triðing av tí, sum tær kosta í Føroyum.
Ein pakki av livurpostei. Ein posi við gularótum. Ein mjólkapakki. Ein pakki við vesirullum. Tað eru fleiri krónur á muni. Og tað kann ikki vera rætt, at munurin skal vera so stórur.
Eingin dugir reiðiliga at siga, hvør orsøkin er. Flestu matvørurnar, sum verða seldar í Føroyum, eru innfluttar, og farmaflutningurin ger ivaleyst onkran mun, men ikki so stóran mun. Stórrakstrarfyrimunirnir aðrastaðni gera kanska eisini onkran mun, men ikki so stóran mun. Í Føroyum siga onkrir handilsleiðarar seg bara taka eitt lítið prosent í avlopi av umsetninginum. Aðrar heilsølur og matvøruhandlar hava stór avlop. Onkur heldur, at tað er tann góða tænastan, sum er orsøkin, tí handlar hava opið bæði tíðliga og seint, og nógvir kassar eru opnir.
Fyri tveimum árum síðan samtyktu vit, at Kappingareftirlitið skuldi fáa størri arbeiðsorku. Tey eru nú farin undir eina størri kanning av marknaðinum fyri húsarhaldsvørur í Føroyum. Og tann fyrsta niðurstøðan er, at tað eru sum útgangsstøði ikki heilsølurnar ella handlarnir, sum gera sær dælt av støðuni.
Men eg haldi, at vit mugu til botns í málinum og fáa at vita, hví prísmunurin er so stórur, og serliga um tað eru forðingar, sum gera, at kappingin ikki virkar so væl, sum hon kundi, so fólk vera vard ímóti órímiligum prísum. Tí – haldi eg - skulu kanningarnar hjá Kappingareftirlitinum eisini kunna vísa á onkrar politiskar loysnir, tá ið hon er liðug.
Eitt, sum eg ofta verið spurdur um, tá ið eg eri til handils, er, nær uppskotið um at taka mvg av ávísum gerandisvørum kemur fyri Løgtingið. Og nú eru ongar umberingar eftir.
Fólkið tørvar ikki fleiri kanningar um kanningar. Teimum tørva heldur ikki fleiri ørkymlaðar politikarar, sum siga seg arbeiða við tingunum. Tey hava brúk fyri, at avgerðir vera tiknar. Og nú hevur landsstýrið havt ríkiligt av tíð at fyrireika uppskotið. Ríkiligt av tíð.
Verður rætt atborið, so fer tann broytingin at gera góðan mun. Serliga hjá barnafamiljum, men eisini hjá fólki annars sum tørva. Í arbeiðinum skal vissa eisini fáast fyri, at frítøkan endar sum vinningur hjá fólki - og ikki sum vinningur hjá nøkrum øðrum. Har kann Kappingareftirlitið vera ein viðspælari.
Seinastu tvey árini eru fleiri stig tikin fyri, so fólk skuldi fáa fleiri tøkar pengar at keypa fyri.
Skattalætti er veittur. Lønarlyft er givið. Lønarhækkingarnar hava verið óvanliga stórar. Útgjaldið í arbeiðsloysisskipanini er hækkað – og inngjaldið fer skjótt at lækka. Útgjaldið í barsilsskipanini er hækkað.
Tað eru góð átøk, sum av røttum skuldi økt um tiltøkupeningin hjá føroysku húsarhaldunum. Sum skuldi givið fólk fleiri pengar um hendur - men sum tíverri í stóran mun eru farin til at rinda fyri øktu renturnar og inflatiónina. Tað hevur verið støðan, samstundis sum setahúsaprísirnir eru vaksnir skjótari enn tøka inntøkan hjá fólki.
Í heyst er ætlanin at taka eitt stig afturat. Undir lønarsamráðingunum verður útgangsstøði at samráðast í krónum, og ikki prosentum, sum Javnaðarflokkurin hevur verið fortalari fyri í langa tíð. Eisini so tey, sum hava størsta tørvin, fáa meira.
Tað er ikki allur vørur, sum verður innfluttar. Landbúnaðarpolitikkurin, sum vit samtyktu í heyst, skal vera við til, at vit fáa framleitt meira í Føroyum. Og í teimum surrandi kølidiskunum í matvøruhandlunum kring landið finnur tú føroyskan laks.
Útboðið av laksi á heimsmarknaðinum er nú so stórt, at prísurin er minkaður. Føroysku alifyritøkurnar tjena ikki somu pengar, sum tær hava, og tað ger, at landskassin fær minni í sin part.
Í nógv ár hevur politiska skipanin havt tann óvana at binda tilfeingisinntøkurnar í almenna raksturin, hóast øll hava vitað – og tað hevur verið ávarað um – at tíðir sum hesar fóru at koma. Í breiðu semjuni um tøkugjøld, sum vit undirskrivaðu í mars í fjør, er hædd tikin fyri, at laksaprísurin sveiggjar. Tað vil siga, at alifyritøkurnar rinda nógv, tá ið prísurin er góður. Og tær rinda minni, tá ið laksaprísurin er lágur. Vit hava eisini flutt tilfeingisinntøkur í Búskapargrunnin. Markið er nú 250 milliónir, so upphæddin, sum er omanfyri tað, fer í grunnin, sum so verður javnað út komandi árini.
Tað gjørdu vit, tí vit vistu, at laksaprísirnir fóru at sveiggja – og lági laksaprísurin ger nú, at næsta ár verður helst einki at flyta í Búskapargrunn.
Nógv vilja annars okkum okkum, hvat vit eiga at koyra í innkeypskurvina.
Keyp planturíkt og fjølbroytt, tí tað er gott fyri heilsuna. Keyp fisk, tí tað minkar um vandan fyri at fáa hjartaæðrasjúkur. Keyp fullkorn, tí tað minkar um vandan at fáa lívsstílssjúkur. Keyp bjølgmeti, tí tað er gott fyri umhvørvið. Keyp føroyskt, tí tað er burðardyggari og ger okkum meira sjálvbjargin.
Og tað øvugta. Keyp ikki ov nógv bomm, kaku, sjokolátu og kips. Keyp ikki sigøjnarasós ella aðrar vørur við ávísum innpakningini, tí vørurnar hava rasistiskan yvirtóna. Keyp ikki vørur úr USA, tí tað er at stuðla Donald Trump.
Tað eru alt sum so fín endamál – men vit vita, at tað eru prísurin og smakkurin, sum hava størstu ávirkanina á, hvørjar vørur, vit koyra í innkeypskurvina. Og tað eru ikki øll, sum hava møguleikan at velja og vraka. Hvørki í matvøruhandlinum ella aðrastaðni.
Skulu fólk við vanligari inntøku eta øðrvísi, so má tað eisini vera bíligari at keypa frukt og grønmeti. Skulu fólk vera grønari, so má tað eisini bera til fíggjarliga at fáa sær eina aðra hitaskipan. Skulu fólk keypa meira føroyskt, so tað skal eisini vera bíligari enn útlendska alternativið. Og skulu fólk keypa í sínum nærumhvørvi, so skulu prísirnir eisini vera kappingarførir, sum teir ikki altíð eru.
Tí meðan nógv fólk sleppa undan at geva sær far um prísin – so eru tað onnur, sum mugu hugsa um hvørja krónu og leggja vørur aftur á hillina. Og tað eru tey, sum vit mugu gera meira fyri at fáa við. Eisini, so teirra børn fáa bestu lívsbyrjanina.
Tí tað er stórur munur á teimum møguleikum, sum fólk hava, tá ið tey ganga í matvøruhandlinum við innkeypskurvini. Hjá nógvum er tað alt ov dýrt.