Ingilín Didriksen Strøm
Lesarabræv23. januar 2022
Ingilín Didriksen Strøm

Jamen, hava vit ikki javnstøðu í Føroyum?

Herfyri skuldi ein ung kvinna svara einum tíðindafólki, hví javnstøða í politikki er týdningarmikil. Nærum hvønn kvinnustríðsdag 8. mars verður spurningurin “Jamen, hava vit ikki javnstøðu í Føroyum?” settur. Tað tykist sum vit í Føroyum eru starblind, tá tað snýr seg um at fata, hvussu illa stendur til við javnstøðu í landinum. Tað er til fyrimuns fyri teir, sum sita við valdi, tí hugurin at broyta støðuna kemur ikki í fremstu røð.

Eingin kvinna er í landsstýrinum í løtuni. Menn eiga nógv størsta partin av jørðini í Føroyum. Menn eiga nógv tey flestu fiskiloyvini. Menn eru betur umboðaðir í alskyns nevndarvirksemi - serliga um tað er lønt. Menn fáa fleiri mentanarheiðursgávur, samsýningar og peningagávur. 

Høvuðsábyrgdin av ólønta umsorganararbeiðinum í heiminum og familjuni liggur á kvinnunum, samstundis sum tær eisini eru á arbeiðsmarknaðinum, har tær í stóran mun arbeiða niðursetta tíð, hava lægri inntøku og lægri eftirlønaruppsparing enn menn. Fakbólkar, har kvinnur starvast, eru bólkaðir lægri enn líknandi fakbólkar, har mannfólk starvast.

Tá sonevndi Tjenestemandsreformen bleiv innførdur í Danmark í 1969, vóru føroysk fakfeløg partur av donskum fakfeløgum. Tí bleiv Tjenestemandsreformen eisini galdandi fyri lønarlagið í Føroyum. Ein grundgeving fyri at bólka mannfólkastørv hægri enn kvinnustørv var, at menn vóru uppihaldarar og máttu tískil hava hægri løn. Hetta er sjálvsagt ikki galdandi í dag, og tí átti hetta at verið broytt. 

Øll vinna við javnstøðu

Tað tykist sum, at vit í Føroyum halda okkum vera rímiliga væl við, tá tað snýr seg um javnstøðu. Í dagliga orðaskiftinum í øllum førum. Vit halda okkum vera á støði við londini kring okkum, tó at tað ikki er veruleikin. 

Nógv er at vinna við javnstøðu - bæði fyri kvinnur, men so sanniliga eisini fyri menn og samfelagið sum heild. Samfeløg við javnstøðu eru ríkari, sunnari og hava enntá lægri útlát. Tað eru ikki bert kvinnur, ið líða undir kynsójavna. Tað eru so sanniliga eisini menn, sum eru bundnir av siðbundnu fatanini av, hvussu og hvat ein maður er.

Hugtakið toxic masculinity lýsir júst hetta sum ein av atvoldunum til, at menn halda aftur við at søkja sær hjálp, eitt nú frá lækna, og enda í størri mun enn kvinnur í kriminaliteti og í fongsli. Tað er trupult hjá monnum at víkja frá av nógvum orsøkum. Ein evropeisk kanning hjá Eurofund vísir, at meðan menn ynskja at vera meira heima, tá teir fáa børn, verða teir oftast noyddir at arbeiða meira enn frammanundan og sostatt vera minni heima. 

Valini og kynini

Sambært tølum frá føroyskari kanning velja kvinnur politiskt helvt um helvt mannfólk og konufólk. Samstundis velja menn flest aðrar menn. Tað bendir á, at meðan kvinnur longu velja javnt og ikki grundað á kyn, gera menn - tilvitað ella ótilvitað - framvegis tað.

Tað er áhugavert, tí vit hoyra javnan, at kvinnur skulu velja kvinnur, men siga einki um, at menninir generelt eru eftirbátar, tá tað snýr seg um at velja javnt. Ein orsøk av fleiri hugsandi kann vera, at javnstøða er sum heild ikki á uppstillingarlistunum hjá politisku flokkunum. Á løgtingsvalinum í 2019 vóru 68% av teimum uppstillaðu menn, meðan 32% vóru kvinnur. Tað hevur sjálvandi við sær, at tað er meira sannlíkt, at atkvøðurnar fella til ein mann heldur enn eina kvinnu, og tí eiga politisku flokkarnir eisini eina ábyrgd at tryggja javnstøðu í uppstillingarlistunum.  

Bæði til kommunu- og løgtingsval er greitt samsvar millum, hvussu nógv verða uppstillað av hvørjum kyni og sannlíkindini fyri at vera vald. Við at stilla fleiri kvinnur upp kemur ein størri breidd í skaran av kvinnuligum valevnum, og kunnu kvinnur fevna um fleiri øki og tala til fleiri veljarar.

Tó er tað ikki øll loysnin, tí hóast vit taka hædd fyri, hvussu nógv eru uppstillað av hvørjum kyni, hava menn lættari við at verða valdir enn kvinnur í núverandi støðu. Ein vilji skal vera fyri at broyta ójøvnu umboðanina, og tann viljin liggur eins nógv hjá politisku flokkunum sum hjá veljaranum og valevnum. Eg vildi mett, at tað er eitt fremjandi átak at eggja fleiri kvinnum at stilla upp fyri sín flokk og seta fleiri kvinnur í álitissessir - eitt nú í landsstýrið.

Eru føroyskar kvinnur ókvalifiseraðar?

Eftir at landsstýrið varð mannað av nýggjum, segði Bárður Nielsen, at røttu kvalifikatiónirnar vóru ikki at finna hjá kvinnuligu uppskotunum til landsstýrissessirnar. Tað er eisini javnan, vit hoyra, at vit skulu velja eftir kvalifikatión heldur enn eftir kyni.

Men veruleikin er, at vit hava í nógv harrans ár valt eftir kyni heldur enn kvalifikatiónum - øll árini, tá konufólk hava verið útilokað av arbeiðsmarknaðinum og úr landsins leiðslu. Harumframt siga vit, at kvinnurnar í okkara samfelagi eru verri kvalifiseraðar enn menn, tá vit siga, at kvalifikatión er orsøkin til manglandi javnstøðuna.  

Fyri at koma ójavnanum til lívs hava vit eina javnstøðulóg. Hon ásetir, at allar almennar nevndir, ráð, umboð og líknandi, sum fyrisitingarvaldið útnevnir, skulu hava eins nógvar kvinnur og menn. Tað er at vanvirða - og møguliga bróta - javnstøðulógina at útiloka eitt kyn úr landsstýrinum.

Bæði Bárður Nielsen og Sólvit E. Nolsø nevna í samrøðum um vantandi javnstøðuna, at teir báðir eiga døtur, og teir tí ganga inn fyri javnstøðu. Men tað er ikki so einfalt. Menn hava altíð átt døtur. Døturnar hjá teimum báðum kunnu hava pápa sín sum fyrimynd, men í landsstýrinum er eingin at spegla sær í hjá øðrum gentum í Føroyum.  

Uttanumtos

Í svarinum, eg havi fingið frá Bárði Nielsen, vórðu ongir av mínum spurningum svaraðir. Tað bleiv ikki svarað, um ætlanin er at gera nakað við ójavna kynsbýtið. Ei heldur, um løgmaður heldur, at javnstøða eigur at vera í landsstýrinum. Ístaðin vórðu undanfarin landsstýri reksað upp og sagt varð, at tað var ynskiligt, at politisku flokkarnir “framyvir í størri mun hugsaðu um javnstøðu, tá teir skjóta upp landsstýrisfólk”.  

Tað tykist sum formaðurin í Sambandsflokkinum, sum eisini er løgmaður, kveistrar ábyrgdina frá sær, bæði sum floksformaður og løgmaður. Sum løgmaður tilnevnir hann landsstýrisfólk, og sum formaður í samgonguflokki er hann við til at útpeika floksins landsstýrisfólk.

Einki landsstýrisfólk hjá Sambandsflokkinum í verandi samgongu hevur verið annað enn mannfólk. Uppáhaldið um, at kvalifiseraðar kvinnur ikki vóru at finna, eru ikki nøktandi í dagsins samfelag. Sólvit E. Nolsø, sum er landsstýrismaður í javnstøðumálum, heldur at tað er gott at vit “ítaluseta” manglandi javnstøðuna. 

Men vit hava “ítalusett” manglandi javnstøðu í fleiri hundrað ár. Tíðin er farin. Komið við í jøvnu nú- og framtíðina.

Ingilín Didriksen Strøm, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin

Keldur:

Javnaðarflokkurin á Fólkatingi; Ymiskar fortreytir - ein lýsing av væntandi javnstøðuni í Føroyum, https://www.jaf.fo/utgavur/ymiskar-fortreytir-ein-lysing-av-vantandi-javnstoeðuni-i-foeroyum

World Health Organization; Gender equality makes everyone healthier.

Eurofund; “Work life balance and flexible working arrangements in the European Union”.

Gallup kanning fyri Demokratia, desember 2017