Javnaðarflokkurin heldur landsfund í einari tíð, har Føroyar standa á einum vegamóti.
Búskaparligar, demografiskar og orkupolitiskar avbjóðingar krevja greiða leiðslu og haldførar loysnir.
Javnaðarflokkurin hevur valt at fara í breiða samgongu fyri at tryggja Føroyum støðufesti og samhaldsfesti í ótryggum tíðum.
Endamálið er greitt:
At skapa varandi loysnir, sum halda yvir tíð og tvørtur um floksmørk. At tryggja eina virkisføra stjórn og at flyta samfelagið á eina meira rættvísa og samhaldsfasta kós.
Landsfundurin fegnast um tað framúr góða úrslitið á fólkatingsvalinum. Samstundis staðfestir landsfundurin, at løgtingsvalið gav eitt betri úrslit, enn veljarakanningarnar boðaðu frá - men ikki so gott, sum vit høvdu ætlað.
Tað er ein greið áminning um, at val verða ikki bara vunnið í valstríðnum — men ímillum valini.
Landsfundurin staðfestir, at samgonguskjalið ber greið boð um, at tað hevur eydnast Javnaðarflokkinum at hálað politikkin í nýggju ABC-samgonguni til vinstru.
Javnaðarflokkurin hevur fingið týðandi sosial og samhaldsføst mál við — og fer í samgongu fyri at fáa úrslit.
Við greiðum raðfestingum innan bústaðir, barnafamiljur og arbeiðsmarknað, og við sosialum og samhaldsføstum politikki arbeiðir flokkurin fyri:
- einum tryggari bústaðarmarknaði, betri korum hjá barnafamiljum, einari styttri arbeiðsviku, einum sterkum og skipaðum arbeiðsmarknaði við betri karmum fyri fakfelagsrørsluna og einum samfelagi, har framgongdin kemur øllum til góðar.
Landsfundurin staðfestir, at kjarnuuppgávurnar í vælferðarsamfelagnum eru ein felags uppgáva. Tær verða ikki privatiseraðar, meðan Javnaðarflokkurin er í samgongu.
Javnaðarflokkurin arbeiðir fyri at styrkja vælferðina og samhaldsfestið í samfelagnum. Vælferðartænasturnar skulu mennast, og atgongdin skal vera greið og eins fyri øll.
Samstundis skulu vit hava ein haldføran búskap. Javnvág skal vera millum inntøkur og útreiðslur, og neyðugar raðfestingar skulu gerast. Tað er grundarlagið undir samhaldsfesti í samfelagnum.
Tað merkir eisini rættvísi. At tey, sum hava mest, rinda meira, og at virðini í samfelagnum verða býtt rættvíst.
Á orkuøkinum skal ein greið kós haldast. Grøna orkuskiftið skal fremjast, sjálvbjargni styrkjast, og kappingarførir prísir tryggjast. Orkan er ein felags uppgáva og eitt felags virði — ein hornasteinur undir samhaldsfestinum.
Javnaðarflokkurin arbeiðir fyri Føroyum, sum hongur saman. Eitt samfelag bygt á samhaldsfesti, har øll hava møguleika at liva eitt gott lív, og har vælferðin verður tryggjað fyri komandi ættarlið.
Tí framtíðin hjá Føroyum verður eisini avgjørd av teimum ungu.
Javnaðarflokkurin vil tí styrkja ungmannafelagið og ungdómsarbeiðið í flokkinum. Tey ungu skulu hava enn størri rúm, størri ávirkan og ein enn størri leiklut í politikkmenningini í flokkinum frameftir.