Hans Jacob Thomsen
Lesarabræv12. juni 2022
Hans Jacob Thomsen

Komið nú í gongd

Spurningurin er rættiliga greiður. Skal sambandið við Suðuroynna framhaldandi verða sjóvegis, ella skulu vit hava ein tunnil?

Og um vit skulu hava ein tunnil, hvussu tryggja vit, at sambandið er nøktandi og tíðarhóskandi, inntil tunnillin er klárur?

Finnið útav, hvat tað kostar, og takið eina avgerð, so vit vónandi kunnu taka eitt risafet móti einum javnari samfelag, har tað veruliga ber til at liva og virka allastaðni í landinum.

Avbjóðingar viðvíkjandi samferðsluviðurskiftunum millum Suðuroynna og restina av landinum gerast týðiligari fyri hvønn dag, ið gongur.

Hóast tað ikki skortar uppá bæði vælmeinandi útsagnir og illsinnisgleps um verandi støðu og ein evt. Suðuroyartunnil, so er enn ongin, ið hevur gjørt nakað munagott fyri at loysa trupulleikan.

Alt málið tykist vavt inn í eina evju av atgerðarloysi, røriangist og konfliktræðslu. Men, tað nyttar bara ikki at renna undan trupulleikanum; trupulleikin gerst bara størri við tíðini, og tíðin gongur av sær sjálvum.

Hví er ongin framtíðarætlan gjørd fyri samferðsluviðurskiftini við Suðuroynna?

Hóast tey flestu vóru samd um, at “gamli” Smyril røkti Suðuroyarleiðina alt ov leingi, so gongur verandi Smyril á 17. ári, uttan at nøkur ætlan er um nær, ella við hvat, hann verður útskiftur.

Øll kunnu gita, hvussu nógv ein tunnil ella ein nýggjur Smyril fer at kosta. Men, hví eru ongar veruligar greiningar gjørdar av langtíðarkostnaðinum av ymsu alternativunum, so vit kenna grundarlagið undir teimum avgerðum, vit mugu taka? Og hví er ongin tíðarfreist sett fyri, nær loysnin má verða funnin?

Nú er so ein bráðfeingis avbjóðing, tí Smyril skal í dokk, og hóast, tað ikki burdi verið óvæntað, og tað tí eisini burdi borið til at funnið onkra líkinda loysn til leiðina, ta tíðina Smyril ikki er tøkur, so mugu suðuroyingar enn einaferð finna seg í at verða fluttir 50 ár aftur í tíðina komandi heyst.

Men, í staðin fyri at viðurkenna veruliga trupulleikan, ið er viðurskiftini hjá einum so stórum parti av føroyingum, og hvørt vit, sum samfelag, kunnu liva við, at okkara borgarar mugu liva undir slíkum umstøðum, verður øll orkan brúkt uppá at peika eftir hvørjum øðrum og kjakast um, hvørt spurningurin er um manglandi peningaliga játtan, súltan ella bara illvilja móti verri stillaðum yvirhøvur.

Hans Jacob Thomsen