Laura Apol
Lesarabræv29. november 2022
Laura Apol

Kreppuhjálp til brekøkið - talsfólk er neyðugt

Løgtingsval 2022

Brekøkið er í eini kreppustøðu. Støðan er so álvarslig, at vit kunnu spyrja okkum sjálv, um tað yvirhøvur er rímiligt at kalla Føroyar fyri eitt vælferðarsamfelag. Tá eg hugsi um tær siðbundnu frágreiðingar um, hvat eitt vælferðasamfelag er, ja so er tað eitt samfelag, sum loftar teimum, íð hava størsta tørv á stuðli, hjálp og loftandi skipanum. Er tað veruliga soleiðis í Føroyum í løtuni?

Eitt talsfólk á brekøkinum er neyðugt. Eitt talsfólk, sum skal virka sum politisk óheft eftirlit og vera við til at tryggja, at Føroyar liva upp til ásetingarnar í Breksáttmálanum, sum Føroyar síðani 2009 hava bundið seg til. So er ikki í løtuni.

MEGD, meginfelag teirra, ið bera brek, vísir aftur og aftur á átrokandi mál, sum mugu loysast, ongantíð ov skjótt. Tað er torført at vera ósamd við tí, MEGD ber fram, men eyðsæð er ov langt frá hugsan til gerðir í politisku skipanini. Tað er als ikki nóg gott.

Vit mugu hava eina brekpolitiska virkisætlan, sum byggir á langtíðarætlanir fyri alt brekøkið, og sum ikki er tongd at nøkrum politiskum flokki ella samgongu. Støðufesti er alneyðugt fyri at tryggja okkara felags vælferðarsamfelag, soleiðis vælferð kemur teimum til gangs, sum hava allarmest tørv á tí. 

Laura Apol,

valevni fyri Javnaðarflokkin til løgtingsvalið