Spennandi tíðir fyri Føroyar og fyri ríkisfelagsskapin. Hesar dagarnar eru ríkisrættarligu viðurskiftini millum Grønland, Danmark og Føroyar til umrøðu hjá politisku leiðsluni í ríkinum.
BREIÐ POLITISK SEMJA
Í Føroyum eru allir flokkar samdir um, at vit mugu hava fleiri uttanríkispolitiskar heimildir, skulu vit framhaldandi menna okkara búskap og samfelag. Hetta gevur betri møguleikar fyri at gera handilsavtalur við onnur lond og avtalur við altjóða felagsskapir. Tí er neyðugt at broyta karmarnar í ríkisfelagsskapinum soleiðis, at talan verður um trý javnsett lond í einum sterkum felagsskapi.
Løgmaður hevur fingið eina breiða semju um, hvussu hendan neyðuga nýskipanin kann fremjast hóvliga og trygt. Men tíverri vil Sambandsflokkurin ikki vera við í hesi semju.
PRAKTISKAR LOYSNIR
Javnaðarflokkurin hevur altíð slóðað fyri praktiskum loysnum. Javnaðarflokkurin hevur altíð tikið ábyrgd. Og ikki minst, so hevur Javnaðarflokkurin altíð virkað fyri einum virknum uttanríkis- og handilspolitikki fyri at vinna okkum fiskirættindir og møguleikar fyri útflutningi. Hetta vilja vit framvegis, og nú er neyðugt við fleiri uttanríkispolitiskum heimildum, sum vit ikki hava undir verandi skipan.
Atli Dam, sáli, lýsti heimastýrislógina sum eina harmoniku, ið kundi togast sundur eftir tørvi. Og vit hava sanniliga bent og togað hana hesi áratíggjuni – og soleiðis ment okkum sum samfelag undir heimastýrislógini. Bæði mentanarliga, vinnuliga, búskaparliga og sum vælferðarsamfelag.
NEYÐUGA ARBEIÐIÐ SKAL GERAST
Nú eru karmarnir vorðnir ov trongir, og neyðugt er við nýggjum møguleikum, fyri at vit skulu kunna flyta okkum longri fram á leið og menna samfelagið enn meira. Mette Frederiksen, forsætisráðfrúa í Danmark, hevur fleiri ferðir gjørt vart við, at hon vil finna loysnir, sum eru hóskandi fyri ein nútíðar felagsskap millum Grønland, Danmark og Føroyar, og sum allir partar kunnu góðtaka.
Nú sum áður vil Javnaðarflokkurin gera tað neyðuga arbeiðið fyri at koma fram til tær røttu loysnirnar, so at vit sum samfelag framhaldandi kunnu mennast og flyta okkum. Hetta gera vit sjálvandi ikki í óðum verkum, men í eini væl skipaðari tilgongd, so vit røkka úrslitum: at fáa fleiri heimildir og harvið meira tíðarhóskandi skipanir.
Tað snýr seg um at taka ábyrgd, og at kunna vera við har, sum avgerðirnar verða tiknar.
Kristianna Winther Poulsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin