Kristianna W. Poulsen
Grein15. november 2022
Kristianna W. Poulsen

Kristianna um demensøkið: Minnast til tey, sum ikki minnast

SKIL Í DEMENSØKIÐ: Høvuðsstaðurin, Sandoyggin og Suðuroyggin hava enn ikki fingið demenssamskipara. Orsøkin er, at seinastu trý árini er játtanin til demensrakt ikki økt eina krónu. Tað er spell, sigur Alzheimersfelagið. Hetta vil eg broyta.

850 av okkara borgarum hava okkurt slag av demensi. Vit kenna nokk øll onkran, sum er raktur av hesi herviligu sjúku, ið kann vera so tyngjandi fyri tey, ið eru sjúk - og ikki minst familjur teirra. 

Fáa tey tó neyðugu hjálpina, verður gerandisdagurin hjá teimum munandi lættari, vísa kanningar. 

Tað eru sjey ár síðani, at vit í Føroyum settu okkum fyri, at Føroyar skuldu vera eitt demensvinarligt samfelag. Heilsu- og almannamálaráðið, sum tað tá æt, vísti á nøkur ítøkilig átøk sum kundu setast í verk fyri at bøta um støðuna hjá demensraktum og familjum teirra. 

Sama árið játtaði landsstýrið 200.00 krónur til økið. Ein góð byrjan. 

Komandi árini hækkaði játtanin so líðandi, og pengarnir vórðu brúktir til at løna einum toymi av demenssamkiparum - bulurin í arbeiðnum at fáa einar demensvinarligar Føroyar. 

Men vit fáa ikki einar demensvinarligar Føroyar, hava vit ikki demenssamkiparar um alt landið. Alzheimersfelagið sigur, at økja vit játtina við 500.000 krónum, røkka vit á mál. Hetta vil eg persónliga berjast fyri, verði eg vald á løgting fyri Javnaðarflokkin 8. desember 2022.

Vit skulu minnast til tey, sum ikki minnast. 

Kristianna Winther Poulsen, valevni Javnaðarfloksins til løgtingsvalið.