Lesarabræv05. oktober 2020

Kvinnuhúsið 30 ár - hjartaliga til lukku

Rundur føðingardagur var 1. oktober, tá Kvinnuhúsið fylti 30 ár. Vit hava hoyrt um søguna hjá Kvinnuhúsinum í KVF, men tað ætlaða haldið varð av ongum, sum so mangt annað.

Kommunuval 2020

Í seinnu helvt av fýrsunum sóu nakrar kvinnur ein tørv OG tær høvdu orku til at gera nakað við at finna onkra loysn. 1. oktober 1990 varð Kvinnuhúsið til veruleika. Ann-Britt F. Mortensen er leiðari í Kvinnuhúsinum, og hon hevur nógvar ætlanir og visjónir fyri húsið. 

Telefonin svarar 24/7, og tað er takkað verið teimum nógvu sjálvbodnu kvinnunum, sum hava vakt og eru til reiðar at taka telefonina og at taka ímóti kvinnum uttanfyri vanliga arbeiðstíð. Tað er heilt ótrúligt, sum sjálvboðið arbeiði ger stórt gagn í okkara samfelag.

Eg havi verið og vitjað nakrar ferðir, og hvørja ferð rørir tað meg djúpt at síggja tær fínu skúlataskurnar, sum eru til børnini, ið koma við mammunum at gista í húsinum. Ofta náa tey ikki at fáa tað neyðuga við, tá tey rýma undan harðskapi, og so er tað mest neyðturviliga at fáa í Kvinnuhúsinum.

Har er hugnaligt og heimligt at koma á gátt, men hølini eru als ikki nóg góð. Tey eru ov lítil, og í alt ov ringum standi. Tað er heldur ikki nóg gott, at Kvinnuhúsið skal halda til í leigaðum hølum, tí tá er altíð ein óvissa at hava í bakhøvdinum, tá ið virksemið verður lagt til rættis.

Tórshavnar kommuna skal gera sítt til, at Kvinnuhúsið fær góð hølir á einum hóskandi stað í kommununi. Tær, sum koma í Kvinnuhúsið, megna ikki at rópa hart. Men tær skulu hava góðar og dagførdar umstøður fyri tað.

Góðar og dagførdar hølisumstøður til Kvinnuhúsið er ein av mínum politisku raðfestingum, um eg verði vald í býráðið.

Kristianna Winther Poulsen, valevni hjá Javnaðarflokkinum til býráðsvalið 2020.