13. apríl 2023

Kvinnur vóru kanska ikki forsyrgjarar í 1969, men tað eru tær altso í dag

Í 1969 gjørdu politikarar av, at tey sonevndu kvinnustørvini skuldu verða lønt lægri enn onnur størv, tí í 1969 vórðu kvinnur ikki roknaðar sum forsyrgjarar. Hendan meira enn 50 ára gamla avgerðin er orsøk til, at kvinnur í dag enn eru lægri løntar enn menn.

Og tað vilja vit gera upp við. Við ætlaða lønarlyftinum til tey lágløntu á umsorganarøkinum, minka vit um lønargjónna millum kvinnur og menn. Hetta er bara eitt av teimum neyðugu stigunum sum mugu takast, skulu vit framvegis hava starvsfólk á umsorganarøkinum í framtíðini.

Tað er ikki rætt

Tað fara at mangla túsund starvsfólk á umsorganarøkinum í framtíðini. Tað merkir, at tað fer at verða trupult at fáa ansað okkara gomlu, okkara sjúku og okkara børnum.

Í vikuni hevur tað verið ført fram, at ætlaða lønarlyftið fer at skeikla arbeiðsmarknaðin, tí tað eru aðrar vinnur sum hava stórt starvsfólkatrot. At aðrar vinnur hava starvsfólkatrot er sjálvandi eisini ein trupulleiki, men hava vit ikki ansing til okkara gomlu, sjúku og okkara børn, so kunnu vit rætt og slætt ikki fara til arbeiðis í nøkrum vinnum.

Tá fara vit at fáa stórar avbjóðingar í okkara samfelagi. Tí er tað av alstórum týdningi, at vit nú taka fyrsta stigið at betra um umstøðurnar hjá starvsfólkunum á umsorganarøkinum.

At hækka lønina hjá teimum lágløntu á umsorganarøkinum er eitt alneyðugt stig.