Tíðindi23. august 2020

Landsstevnan útsett til oktobur

Næsta vikuskifti skuldi Javnaðarflokkurin hava landsstevnu í Sørvági, men starvsnevndin hevur valt at útseta enn eina ferð orsakað av koronu.

Nevndin vil kortini hava nøkur viðurskifti avgreidd nú, so sum at góðkenna roknskap, velja formansskap og floksleiðslu og viðgera innkomin lógaruppskot, og tí hevur flokkurin eina sonevnda pinkulandsstevnu 29. august í Javnaðarhúsinum, har nøkur umboð fyri flokkin møta.

Ætlanin er at hava landsstevnu við gestarøðu, formansrøðu og veitslu 31. oktobur í Vágum, um smittutølini lækka, og tað aftur er ráðiligt at møtast í størri bólkum.

Tey, sum hava teknað seg til veitsluna, sum skuldi vera 29. august, kunnu venda sær til skrivstovuna fyri at fáa pengarnar aftur, ella tilmeldingin hongur við til 31. oktobur.