Kristianna W. Poulsen
Lesarabræv09. november 2020
Kristianna W. Poulsen

Latið ei søguna doyggja

Mentanararvurin skal dagførast. Høvuðsstaðarkommunan hevur nógv øki, sum hava stóran søguligan og mentanarligan áhuga. Kommunan skal gera eitt størri arbeiði fyri at taka sær av hesum økjum, so at vit øll kunnu fáa gagn av okkara ríka mentanararvi.

Kommunuval 2020

At økið er ein landsuppgáva er ein vána umbering fyri at lata alt hetta mentanarliga og søguliga ríkidømi fella í órøkt og at forsøma at taka ábyrgd.    

Eitt dømi er sanatoriubygningurin í Hoydølum, ein søguligur dýrgripur, sum harðliga treingir til eina kerliga hond. Hesin bygningur og hetta praktfulla øki, sum vit øll eru so góð við, má og skal koma aftur til heiður og æru. Kommunan eigur ein sjálvsagdan leiklut í, at hendan og aðrar líknandi ætlanir kunnu gerast veruleiki.

Okkara býarsavn er ein fragd at vitja hjá yngri og eldri, og ein vitjan á býarsavninum er eisini ein góður møguleiki fyri lærarar at brúka í undirvísingini. Men býarsavnið hevur langt frá nóg góðar karmar til sína uppgávu.

Kommunan skal eisini gera sítt til, at Tjóðsavnið fær betri arbeiðsumstøður. Í dag er umsitingin spjødd kring allan býin, og arbeiðsumstøðurnar eru vánaligar. Sjálv framsýningin, okkara søguligi stoltleiki, er stúgvað inn í ein gamlan teppihandil. Tey hava fingið væl burturúr, og Tjóðsavnið er altíð eina vitjan vert. Men framsýningin eigur at fáa betri hølisumstøður, og eisini her skal kommunan spæla ein virknan leiklut.

Søguleyst fólk er støðuleyst fólk, og høvuðsstaðurin skal ikki krógva søguna burtur á alt ov fáum og illa hildnum fermetrum. Nei, vit hava alla orsøk til at vera errin av tí avriki, sum okkara formøður og forfedrar megnaðu fyri at lata okkum høvuðsstaðin upp í hendur.
Tórshavnar kommuna skal raðfesta tann nógva og ríka mentanararvin, sum er í kommununi. Hetta skal gerast við burðardygd og atkomu fyri eygað.

Hesum vil eg arbeiða fyri, um eg fái høvi eftir kommunuvalið týsdagin.

Kristianna Winther Poulsen, Javnaðarflokkurin