Ingilín Didriksen Strøm
Tíðindi25. august 2021
Ingilín Didriksen Strøm

Løgmaður fer ikki at tryggja javnrættindi til samkynd og børn teirra

Tað má vera niðurstøðan, nú løgmaður enn einaferð roynir at grugga málið við at kjakast um, hvør lóg er best at broyta. Men hann nevnir einki um, at hann ætlar at broyta nakra lóg, skrivar Ingilín D. Strøm. Hon hevur fingið svar upp á fyrispurningin, um løgmaður ætlar at tryggja javnrætt til samkynd og børn teirra.

Fyrst kundi barsilslógin ikki brúkast, so kundi lógin um foreldramyndugleika ikki brúkast, og nú er svarið, at tað er í barnalógini, at broytingar skulu gerast. 

Løgmaður sigur, at hann heldur, at allir borgarar skulu hava javnrætt. Uttan lógarbroyting er ikki javnrættur. Tað er fínt, at løgmaður hevur eina nøkulunda fatan av, hvar broytingar møguliga kunnu gerast, men tað broytir altso einki. 

Veruleikin er, at broytingar skulu gerast í fleiri lógum. Men tað eru eingi tekin í sól og mána um, at samgongan fer at broyta tær. 

Tað er eingin ivi um, hvat tað er, sum hendir. Løgmaður og samgongan skumpa málið frá lóg til lóg fyri at skugga fyri niðurstøðuni: Samgongan fer ikki at arbeiða fyri javnrættindum til samkynd og børn teirra.

Eg eri mest hørm um samkyndu pørini og børnini, sum javnan fáa lovað, at málið verður loyst. Tað má vera ótolandi, at vón birtist, tá løgmaður tosar um "javnrætt til allar borgarar". Tað nyttar bara lítið, tá ongar lógarbroytingar verða gjørdar, skrivar Ingilín D. Strøm.