11. mars 2026

Løgtingsval 2026 – Sára Gullfoss er klár!

Eg eri 45 ár, uppvaksin á Argjum og búgvi á Velbastað saman við manni og trimum børnum. Eg brenni fyri felagsskapi í nærumhvørvinum og einum samfelagi, har øll hava møguleika at trívast.

Í frítíðini eri eg m.a. virkin skótaleiðari og forkvinna í Føroya Urtagarðsfelag. Tey síðstu árini havi eg verið politiskt virkin í Suðurstreymoyar javnaðarfelag og gangi sterkt inn fyri javnrættindi, frælsi og samhaldsfasti.

Sum útlærdur sjúkrarøktarfrøðingur og heilsufrøðingur havi eg í mong ár arbeitt tætt saman við bæði skúlabørnum og smábarnafamiljum. Í starvinum havi eg eisini arbeitt nógv innan serøkið og havi verið í sambandi við nógv børn við serligum tørvi og teirra avvarðandi. Hetta hevur givið mær eina djúpa fatan av, hvussu stóran týdning tað hevur, at skipanirnar virka, at familjur fáa stuðul, og at eingin verður sleptur upp á fjall. Tað er serliga hesin veruleiki, sum hevur formað mína hugsan og mítt politiska brennievni.

Míni hjartamál:

Barnafamiljur og trivnaður: barnafamiljur skulu hava góðar og tryggar karmar, og har tað er lættari at sameina arbeiðslív og familjulív. Børn og ung skulu hava bestu fortreytirnar at trívast, mennast og síggja eina framtíð her heima.

Ung í Føroyum: Tey ungu eru okkara framtíð, og tí skulu vit tryggja teimum góðar útbúgvingarmøguleikar, trivnað í skúlanum og ein bústaðarmarknað, sum gevur teimum møguleika at byrja sítt egna lív. Tað skal bera til at velja Føroyar til — eisini fyri tey, sum standa á gáttini til vaksnamannalívið.

Fólk við serligum tørvi: Eg vil arbeiða fyri, at fólk við serligum tørvi og teirra avvarðandi fáa eina skipan, sum er greið, álítandi og virðilig. Vit skulu hava greiðar mannagongdir, veita skjóta hjálp og hava virðiligar tænastur, sum tryggja rættindi í verki.

Náttúra og Umhvørvi: Vit skulu hugsa burðardygt, taka ábyrgd og tryggja, at komandi ættarlið eisini fáa gleði av einum reinum og liviligum landi. Vit skulu menna samfelagið og samstundis verja náttúruna – tað er ein felags uppgáva.

Samferðsla og vegir: Betri vegir, tryggari farleiðir og ein samferðsla, sum hongur saman – eisini í útjaðaranum og á útoyggjum. Strandfaraskipini skulu tillagast veruliga tørvinum hjá oyggjabúgvum, so arbeiði, skúlagongd og dagligt lív hongur saman.

Eg vil arbeiða fyri einum samfelagi, har vit taka ábyrgd, standa saman og byggja eina framtíð, sum er bæði livilig og burðardygg. Føroyar skal verða besta land at búgva og vaksa upp í.

Tit eru vælkomin at seta tykkum í samband við meg. Eg eri at hitta á tlf 282015 ella á telduposti sara_thomsen@hotmail.com

Við Javnaðarkvøðu, Sára Gullfoss