Bjørg Dam
Lesarabræv21. september 2020
Bjørg Dam

Lutaíbúðir skulu byggjast beinanvegin

Eitt av stórmálunum hjá Javnaðarflokkinum til býráðsvalið eru lutaíbúðir.

Kommunuval 2020
- Eg vil skoyta uppí, at hesar skulu eftir mínum tykki vera grønar íbúðir, bygdar eftir null-orkunýtslu prinsippi og við felags skilji- og endurnýtslu støð. 
 
 
Lutaíbúðir eru ein uppløgd fíggingarskipan eitt nú til eldraíbúðir, sum hevði skapt eitt tiltrongt bústaðarrensl, har eldri flyta í minni, og yngri kundu flutt í størri. 
 
 
Fyri at vísa hví, seti eg upp eitt dømi:
 
Um eldri borgarin fær 3 mió. fyri at selja síni hús og skal rinda 1.000.000 kr í innskoti til eina lutaíbúð + eitt fast mánaðargjald á kr. 8.000kr. So hevur hann 2 milliónir í reiðum peningi og situr sostatt í einari nýggjari hóskandi íbúð, sum ikki krevur størvegis ábøtur restina av lívinum. Og sum kostar minimalt í orkuútreiðslum. 
 
2 mió. røkka til meir enn 20 ár í mánaðargjaldi. 
 
Fleiri hús á marknaðinum eigur at fáa prísin niður, soleiðis at ungar barnafamiljur fáa ráð at keypa hóskandi hús. 
 
 
Bjørg Dam
 
les meir á : bjørgdam.fo
 
Valevni Javnaðarfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar Kommunu.