Tíðindi15. mai 2022

Mary Antonsdóttir gestarøðari á landsfundinum

Mary Antonsdóttir vitjar landsfundin, sum verður leygardagin 21. mai á Miðnámsskúlanum í Suðuroy. Hon verður ein av gestarøðarunum.

Mary er forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya og er sera virkin í kjakinum um starvsfólkatrotið á vælferðarøkinum. 

Á landsfundinum verður eisini politiskt orðaskifti og Aksel V. Johannesen heldur formansrøðu. 

Landsfundurin byrjar leygarmorgunin 21. mai kl. 09:00 við morgunmati. Smyril siglir úr Havn fríggjakvøld kl. 18:30 og leygarmorgun kl. 07:00. 

Les meira um landsfundin her: https://www.j.fo/tiltoek/landsfundur-og-veitsla-2022