24. mars 2023

Meg minnist eina mynd

Tá løgtingið í dag byrjaði viðgerðina av náttúruverndarlógini, legði Kristianna Winther Poulsen, tingkvinna, út við sera góðari røðu, har hon minti okkum øll á, hví vit skulu hava eina tíðarhóskandi lóg fyri náttúruvernd.

“Vit síggja myndir fyri okkum tiknar í Føroyum í 1970’unum. Hagi, har tað nú eru býlingar. Fjøll, har tað nú eru tunlar. Firðir, har tað nú eru aliringar. Tá mann útbyggir samfelagið í hendan mun, so slítur tað sjálvsaft uppá tað, vit byggja okkara samfelag á – okkara umhvørvi. Okkara náttúru.".

Kristianna Winther Poulsen er framsøgufólk hjá Javnaðarflokkinum í umhvørvismálum. Tá løgtingið í dag fór undir at viðgera uppskotið um eina nýggja náttúruverndarlóg, sum Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, eigur, minti Kristianna okkum øll á, hví vit skulu hava eina tíðarhóskandi náttúruverndarlóg.

"Men okkara formligu amboð at taka okkum av okkara náttúru, sum hevur lagt rygg til hesar útbyggingar, eru í høvuðsheitum enn tann dag í dag tey somu, sum tey vóru fyri í 1970, tá galdandi lóg varð samtykt.
Tí skulu vit hava eina tíðarhóskandi lóg, sum verjir okkaru viðbreknu og sjáldsomu náttúru."