Tíðindi08. september 2020

Meiningsleyst matoyðsl

Vit mugu seta átøk í verk, sum minka um matoyðsl. Tað er ringt fyri umhvørvið, kostar okkum fleiri milliónir árliga, og so er tað nakað, sum vit kunnu gera nakað við, sigur Ingilín Didriksen Strøm, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin.

Tá munnligir fyrispurningar vóru fyri í síðstu viku, setti Ingilín Didriksen Strøm landsstýrismanninum við umhvørvis- og vinnumálum ein fyrispurning um matoyðsl. Hon vísti m.a. á, at sambært kanning, ið Eurobarometer hevur gjørt fyri EU, fer ein triðingur av øllum heimsins mati til spillis. Í Evropa er talan um 178 kg av mati per persón um árið, sum fer fyri skeyti, og svarar hetta til 170 milliónir tons av koltvíiltu, ið verða latin út í lufthválvið, einsamalt orsakað av framleiðslu og brenning av matoyðsli.

- Vit vita ikki, hvussu tølini eru í Føroyum, men um okkara brúksmynstur líkjast donskum, so er matoyðslið í Føroyum stórt. Miljø- & Fødevarestyrelsen í Danmark vísur á, at matoyðsl og annað burturkast frá matvørum er orsøk til upp móti 50 prosentum av øllum húsarhaldsburturkasti í Danmark. Hetta kostar danum 13,5 mia. krónur um árið, vísti Ingilín Didriksen Strøm á og helt fram:

- Sama vitan um føroysk viðurskifti er ikki til taks, men vit vita, at í framleiðsluliðnum missa vit hvørt ár útvið 150 mió. kr. av fiski, sum er skeivt hagreiddur,  og mjólkikvotur verða fullar, so mjólk sigst verða latin í rennuna. Leggur mann leiðina í ein av stóru innkeypshandlunum stutt áðrenn afturlatingartíð, sæst eisini, at nøgdirnar av mati, ið verða tveittar burtur, eru stórar og óneyðugar. Hetta kunnu vit gera nakað við.

Ingilín Didriksen Strøm heldur, at vit eiga at orða ein yvirskipaðan matpolitikk. Hesin skal vera karmurin um mannagongdir, heimildir og krøv okkara viðvíkjandi framleiðslu og burturbeining av mati.

- Millum annað eiga vit at syrgja fyri, at mongdin av matoyðsli er so lítil sum gjørligt, og at matoyðslið ikki fer beint úr handlinum og á brennistøðina. Tað kann gerast við at tryggja, at matur, ið nærkast síðsta søludegi ella hevur sjónligar skaðar, verður seldur bíligari í handlunum - ella við at seta á stovn ein sokallaðan matvørubanka, ið kann syrgja fyri at maturin kemur teimum til góðar, ið hava tørv á honum. Hetta kann bæði vera til kantinur og matstovur, men so sanniliga eisini til einstakar familjur, ið hava trupult við at fáa endarnar at røkka saman, sigur Ingilín Didriksen Strøm.

Eisini vísir hon á, at tað er eyðsæð, at tann maturin, ið er framleiddur rundan um okkum, hevur longri livitíð enn tann maturin, ið verður flogin inn úr Egyptalandi og Argentina. Tí heldur hon, at vit mugu blíva við at stuðla føroyskari framleiðslu, og vit eiga at gera tað enn meir. Harafturat heldur hon, at vit eiga at tryggja, at tann maturin, ið hóast alt fer til spillis, verður nýttur í eini sankutøðsskipan. Ein byrjan er at syrgja fyri, at allir almennar stovnar nýta sankutøð, heldur Ingilín Didriksen Strøm.