Jóhannis Joensen
Lesarabræv04. mai 2022
Jóhannis Joensen

Meira barnatilfar á føroyskum

Í farnu viku kom fram frá royndum lærara, at 30 prosent av føroyskum børnum tosa enskt sínámillum, og fyri fjórða hvørt barn í fólkaskúlanum er føroyskt eitt fremmandamál, tí enskt er teirra fyrsta mál.

Sama niðurstøða er eisini komin fram í ritgerð hjá Rakul Skaale Andreasen á Fróðskaparsetrinum. Staðfest verður, at hetta kann gerast vandamikið fyri móðurmálið.

Sostatt er stórur tørvur á at framleiða føroyskt barnatilfar og á hendan hátt fáa føroysk børn at læra og nýta føroyskt mál. Hetta kann eitt nú gerast við at týða væl umtóktar útlendskar barnasendingar til føroyskt, men tað er eisini týdningarmikið at framleiða egið føroyskt tilfar sum t.d. barnasendingina Sakin.

Talan er um eitt tíðarkrevjandi og kostnaðarmikið arbeiði, sum skal fyrireikast væl.

Tí hevur Jóhannis Joensen sett fyrispurning um hetta til landsstýrismannin. 

Les fyrispurningin her: https://www.logting.fo/mal/mal/?id=10099