Tíðindi03. oktober 2022

Minstaútgjald úr ALS og Barsilsskipanini

Javnaðarflokkurin hevur latið løgtinginum eitt uppskot til samtyktar um at tryggja fólki rætt til eitt minstaútgjald úr Arbeiðsloysisskipanini og Barsilsskipanini. Hetta er aðru ferð, at flokkurin leggur uppskotið fram í hesum valskeiðinum.

- Vit mugu tryggja, at fólk, sum detta niðurímillum hesar skipanir, fáa rættin til eitt minstagjald, skrivar Javnaðarflokkurin í tíðindaskrivi.

Hetta eru fólk, sum av ymsum orsøkum ikki hava havt møguleika at arbeiða sum vant seinastu 12 mánaðirnar. Tað kunnu til dømis vera ung og/ella lesandi, fólk, sum t.d. arbeiða á fiskavirki, har arbeiðið er óstøðugt, ella fólk, sum hava verið rakt av sjúku í eitt tíðarskeið.

Í verandi støðu er tað soleiðis, at um útgjaldið úr annaðhvørt Barsilsgrunninum ella Arbeiðsloysisgrunninum er ov lágt til at uppihalda sær, verða fólk víst til Almannaverkið, har tey kunnu fáa forsorg, um tey annars uppfylla treytirnar fyri hesum. 

Treytirnar fyri at fáa forsorg eru millum annað, at ein ikki má eiga ogn fyri omanfyri 30.000 krónur.

Fólk, sum ikki hava upparbeitt sær eitt munagott grundarlag fyri útgjaldi úr Barsilsskipanini ella Arbeiðsloysisskipanini, eru í stóran mun ung fólk í burðarførum aldri ella lesandi. Tað er ofta í hesum tíðarskeiðnum, at fólk ætla at seta búgv og hava fyri neyðini at hava eina uppsparing til eginpening. 

Spurningurin er, um tað er skilagott at krevja, at fólk í hesi støðuni skulu brúka alla uppsparing fyri at lúka treytirnar fyri fyribils forsorg, skriva tinglimir Javnaðarfloksins í viðmerkingunum til uppskotið.

Javnaðarflokkurin heldur, at tað tá er skilabetri at tryggja hesum fólkunum eitt minstaútgjald úr áður nevndu grunnum til fyribils uppihald, sum ikki er ávirkað av ognum annars.