Levi Mørk
Lesarabræv18. mars 2021
Levi Mørk

Miðsavning á Løghamri

Okur hava í nýggju býráđssamgonguni í Vági sett okkum fleiri áhugaverd mál hesi komandi fýra árini.

Serligu dentur verđur lagdur á, at borgarin kemur í fokus, og øll sum búgva í Vági skulu hava tađ gott. Somuleiđis skal trivnađurin vera í hásæti.  
 
Vágsbygd blómar fyri tíđina og her henda nógv spennandi ting. M.a er fólkataliđ í Vági vaksiđ viđ 40 fólkum uppá eitt ár, og hetta er at fegnast um.  
 
Okur skulu halda áfram viđ góđu gongdini tey komandi árini, hettar hevur nýggi býráđsmeirilutin í Vági eisini tikiđ til sín.  
 
Okur hava nógv uppá hjarta. Fyri kortum samtykti okur, at vegagerđin í Brekkubø skuldi gerast liđug og tađ verđur hon eisini. Harumframt hava okur longt um upplatingartíđirnar hjá Ungdómshúsinum.  
 
Í dag var hol sett á at fáa gamla og sera áhugaverda fiskaplássiđ á Løghamri fram aftur.  
 
Okur hava nøkur sera áhugaverd økir í bygdini, sum kunnu gerast meira tillokkandi og serliga økið viđ Løghamar kann vera ein miđsavning fyri okkum øll í bygdini.  
 
Partar av miðbýarøkinum kunnu harviđ gerast meira miðbýarkend við nýggjum møguleikum til ung sum eldri.  
 
Okur hava valt at gera hugnaliga fiskaplássiđ á Løghamri til eitt miđsavningarstađ fyri okkum øll, og tað kann bara hava ómetaliga spennandi møguleikar viđ sær í framtíđini.  
 
Har okur í fyrstu syftu fara at reinsa økið og fáa harviđ fiskaplassiđ fram aftur. Ætlanin er, at stórur partur av økinum verđur klárur til jóansøkuna 2022.   
 
Tankar eru m.a um, at seta trappur, benkur, gongugøtu oman á sjóvarmálan og hvør veit, um ikki ein nýggjur bátahylur kemur har í framtíđini. Ja møguleikarnar eru nógvir, men nú er hol sett á hesa býráđssetuna.

 


Levi Mørk 
Formađur í Mentarnarnevndini 
hjá Vágs kommunu