Eyðgunn Samuelsen
Tíðindi23. mars 2022
Eyðgunn Samuelsen

Nær kemur eitt talsfólk á brekøkinum?

Tað eru nú fleiri ár síðan, at MEGD ynskti, at eitt talsfólk verður sett at umboða borgarar, ið bera brek. MEGD hevur áhaldandi víst á, at okkum tørvar ein mannarættindastovn í Føroyum, ið kann hava eftirlit við ST-sáttmálanum um rættindi teirra, ið bera brek. Fyrsta stig er at seta eitt talsfólk á brekøkinum.

Vit hava m.a. lógina um almannatrygd og tænastur, ið tekur støði í prinsippunum í breksáttmálanum um sjálvsavgerðarrættin.

Henda lógin er farin at virka, og tí er tað eisini tiltrongt at fáa sett talsfólkið. Talsfólkið kann vísa á manglar og rættindi hjá fólkum, ið bera brek, og harvið gera vart við, hvørjar tænastur mangla. 

Samgonguskjalið hjá hesari samgonguni hevur ásetingar um hetta, men ivi hevur verið um, hvar uppgávan liggur og hjá hvørjum landsstýrisfólki. Í fjør var uppgávan staðsett hjá landsstýrisfólkinum í almannamálum.

Tað hevur stóran týdning, at talsfólkið er óheft av útinnandi myndugleikanum.

Tí hevur Eyðgunn Samuelsen sett fyrispurning til landsstýrismannin, um hann arbeiðir við at seta eitt talsfólk á brekpolitiska økinum.

Les meira her: https://www.logting.fo/mal/mal/?id=10036