Eyðgunn Samuelsen
Tíðindi20. august 2021
Eyðgunn Samuelsen

Nær kemur nýggja heimið til tey á Eirargarði?

Bygningarnir á Eirargarði 14 og 16 vórðu bygdir í 1970’unum og eru í ringum standi og ótíðarhóskandi í dag. Tí hevur Eyðgunn Samuelsen sett fyrispurning um, hvussu tað gongur við arbeiðinum at byggja nýtt heim til tey á Eirargarði.

Ætlanin var at gera ymsar ábøtur á Eirargarði 14 og 16, meðan bíðað varð eftir nýggja heiminum í Reynstúni. Men enn er óvist, nær nýggja heimið verður liðugt. Eisini er óvist, hvørjar ábøtur verða gjørdar á Eirargarði, meðan nýggja heimið verður bygt.

- Tað er týdningarmikið fyri húsfólk, avvarðandi og starvsfólk á Eirargarði at vita, um ella nær tey kunnu vænta sær eitt nýtt heim og arbeiðspláss. Fólkini á Eirargarði hava bíðað leingi eftir ábøtum, og tí eru broytingarnar átrokandi, sigur Eyðgunn Samuelsen. 

Í frágreiðing løgmans á ólavsøku verður nýggja heimið í Reynstúni á Argjum nevnt sum ein ætlan, men einki verður sagt um, hvussu tað líður við arbeiðinum.