Djóni N. Joensen
Tíðindi17. apríl 2020
Djóni N. Joensen

Nær kunnu tey vænta sær eitt heim?

Tørvurin á bústaði til fólk við serligum avbjóðingum er stórur, og tað tykist sum um, at verkætlanirnar verða seinkaðar. Tí hevur Djóni Nolsøe Joensen sett landsstýriskvinnuni við almannamálum ein fyrispurning fyri at fáa greiðu á hesum.

Fyrst barnaheimið, so Kvíggjartún og nú møguliga eisini sambýlið á Mýrini. Soleiðis byrjar Djóni Nolsøe Joensen almennu viðmerkingarnar til fyrispurning, sum hann í dag hevur sett Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinnu. Tá Djóni Nolsøe Joensen á heysti 2019 í munnligum fyrispurningi spurdi um uppsteðgaðu verkætlanina av einum nýggjum barnaheimi, upplýsti landsstýriskvinnan í almannamálum, at hóast barnaheimið ikki bleiv bygt á hesum sinni, so fóru hinar verkætlanirnar í Suðurstreymoy at halda áfram ótarnaðar. Nú tá vit skriva apríl 2020, er framvegis onki hent.

- Búfólk og avvarðandi standa spyrjandi. Lang tíð er fráliðin og einans sæst útgrevstur á staðnum, har sambýlini á Mýrini stóðu. Borgarar og avvarðandi mugu fáa greitt at vita, um tað er soleiðis, at verkætlanir draga út, og hvør orsøkin er til tess, sigur Djóni Nolsøe Joensen og vísir á, at tørvurin á bústøðum til fólk við serligum avbjóðingum er akuttur, og at tað er tí, at hann nú velur at seta landsstýriskvinnuni ein fyrispurning hesum viðvíkjandi. 

Landsstýriskvinnan skal svara fyrispurninginum innan 10 yrkadagar.