Ingilín Didriksen Strøm
Lesarabræv03. desember 2022
Ingilín Didriksen Strøm

Náttúra

Løgtingsval 2022

Vit bora, spreingja, velta, taða, asfaltera, byggja, ala, fiska. Vit vaksa og vaksa, tjena pengar, keypa, útflyta, innflyta, koyra, upphita. Vit vera fleiri, eldri. Vit hava ongantíð verið so rík sum í dag sum samfelag í krónum og oyrum. Men náttúran hevur neyvan verið so viðbrekin sum nú.

 

Tann lógin, sum í dag skal verja okkara náttúru og margfeldi, er frá 1970. Og hon er als ikki nøktandi. Vit mugu hava eina nýggja lóg, ið staðfestir eginvirðið í náttúruni og sum noyðir okkum at taka fyrilit fyri náttúruni.

 

Tað eru summi, sum halda, at samtykkja vit eina margfeldislóg, so verður alt friðað, og ongin sleppur at gera nakað í føroysku náttúruni. Men tað er ikki veruleikin. Tá ið eitt samfelag sum okkara skal skipa náttúruverju, so er alneyðugt at vita, hvørji støðu náttúran er í, hvat hóttir hana, og hvussu vit á bestan hátt fáa vart tey náttúruvirði, sum finnast. Vit mugu fyrisita náttúruna á ein hátt, sum ikki oyðir ella minkar um eginleikan hjá vistskipanum at endurnýggja seg sjálvar. Doyggja sløg út, vendist ikki við. Tað er nú vit skulu verja.

 

Vit kunnu siga, at náttúruvernd snýr seg um fiskivinnu, alivinnu og ferðavinnu. Tí okkara ríkidømi er ikki endaleyst, og sum føroyingar er náttúran okkara búskaparliga livigrundarlag.

 

MEN tað snýr seg eisini um eitt annað slag av ríkidømi, ið ikki kann metast í krónum og oyrum. Tað er mentanararvur, samfelagsbygnaður, etikkur og moralur. Tí hvat eru Føroyar ella føroyingar uttan okkara náttúrumargfeldi? Súlur í spreingileidningareiðrum, havhestaungar við stórum plastikpettum í maganum. Tað er ræðandi og fremmandagerandi. Og vit kunnu ikki kveistra frá okkum, at vit mugu taka ábyrgd fyri tey, sum ikki eru her í dag - okkara børn, ommu og langommubørn. Hvat land ætla vit at lata teimum í vøggugávu?

 

Sum nú er sløkkja vit eldar, tá teir uppstanda, heldur enn at fyribyrgja og virða, og tá er skaðin longu hendur, plastikkfiltrini eru longu í sjónum, oljan er longu likin út í jørðina.

 

ST avtalan um náttúruverju hevur sett út í kortið at innan 2030 mugu øll heimsins lond verja og fyrisita ein triðing av teirra lendi og havøki fyri at steðga gongdini við missinum av lívmargfeldi. Hetta mugu vit somuleiðis taka á okkum og arbeiða fram móti.

 

Vit mugu raðfesta vitan um náttúruna. Vit mugu krevja at vit verja  og hava fyrilit fyri náttúruni í øllum virksemi. Tað skylda vit komandi ættarliðum og náttúruni.

 

Ingilíjn D. Strøm, valevni fyri Javnaðarflokkin